Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Verkætlan

Kunning í samband við verkætlan og spurdómar

19. desember skulu spurdómarnir latast inn. Tað hjálpir tykkum at fyrireika verkætlanina, tá tit svara hesi punkt:

Heiti á partsevni (undirevni). Eitt beinrakið heiti málrættar arbeiðsgongdina.
Lærugreinar, sum tit koma brúka í viðgerðini. Verkætlanin er tvørgreinalig.

Grundgeving fyri vali av undirevni (hví og fyri hvønn er evnið áhugavert), og frágreiðing um sambandið millum undirevnið og høvuðsevnið.

Frágreiðing um greiðsluevnið, sum tit ætla at viðgera (eitt greiðsluevni er ikki bara eitt problem, men ein "problemstilling". Gott um tit finna eitt greiðsluevni við tveimum ella fleiri týðiligum ósamsvarandi mótpólum ella tvístøðum).

Spurdómar (sum tvinga tykkum at lýsa, viðgera og loysa greiðsluevnið).
Tankar um hvussu tit ætla at svara spurdómunum.

G.G! Skjalið finna tit undir hesum innlegginum.

Spurdómur - hvussu geri eg?!?