Myndir

3.fl í Útiskúla 27. apríl 2022 fram við Havnará

Fóru við bussinum yvir í Berjabrekku og gingu har eftir hugnaligu gøtunum yvir í Villingadalsvegin. Har varð greitt frá um, hvussu "mangir løkir smáir gera stórar áir". Løkirnir til Havnará byrja m.a. í Húsahaga undir Húsareyni og gerast til smáar áir við Krákugjógv og onnur gil, ið at enda renna oman í Havnará. Greitt var frá týdninginum, sum áir hava havt fyri fólk og at tað altíð hevur verið umráðandi at búgva nær áum fyri at fáa reint rennandi vatn at drekka og til matgerð, umframt eisini til at vaska í. Greitt varð eisini frá, at seinni eru áir vorðnar til kloakkir, sum luktaðu illa. Áirnar vóru tí seinni lagdar undir heilt, soleiðis sum Havnará er. Tað seinasta sum sæst av henni er, tá ið hon hvørvir undir Hoydalsvegin við Sjónleikarhúsið. Á vegnum oman gjøgnum býin fylgdu vit ánni, soleiðis, sum myndirnar sýna. Tá ið vit komu oman til øki við Badmintonhøllina, gjørdu vit av at steðga og taka okkum av løttum. Tað vísti seg, at hetta var eitt stað, sum næmingarnir stórtrivust í, har var bæði á, viðarlund og mangt annað, sum kveikti hugin hjá næmingunum. Leiðarin fyri Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini tók væl í móti okkum og bað okkum endiliga nýta plássið. Eftir ein góðan steðg, hildu vit fram við at fylgja ánni. Vit gingu gjøgnum viðarlundina, skótahúsið og til áin hvarv undir Hoydalsvegnum. Hildu so fram at ganga oman á henni - til vit komu í Steinatún. Har tóku vit bussin niðanaftur í skúlan. Ein góður útiskúladagur.