Myndir

3.fl í útiskúla 23. mars 2022 fram við Rættará

Vit koyrdu við bussi út til musikkskúlan. Har fóru vit til gongu eftir Landavegnum og síðani eftir Marknagilsvegnum. Málið var at fylgja Rættará oman gjøgnum býin. Byrjað var við at fylgja ánni við at fara í tunnil undir Marknagilsvegnum. Har var heldur myrkt og hált, men spennandi og væl gekk. Siðani gingu vit oman til gomlu vatnbyrgina, sum er niðanfyri Glasir, eitt sera hugnaligt øki. Niðanfyri byrgina sóu vit tey gomlu rørini til drekkivatnsleiðingina. Síðani fylgdu vit ánni og væl bar til hóast tað er bygt rættiliga tætt í hana. Vit gingu undir Íslandsvegnum oman, fram við Grønlendingahúsinum og gomlu vatnmylluni - til vit komu í viðarlundina við Vesturkirkjuna. Har ótu vit matpakkan, kyndu bál og hugnaðu og spældu okkum. Her var tað so, at onkur legði til merkis at hetta økið var nýtt sum "location" í Trom, nevniliga, har morðið fór fram. Bussleiðin til Hoyvíkar koyrir eftir Frælsinum, so vegurin aftur í skúlan var lættur.