Myndir

3.fl í útiskúla 16. mars 2022

3.fl í útiskúla 16. mars 2022
Endiliga var gott veður aftur at fara í útiskúla og eingin sjúka ella korona at darva hesum. Vit gingu úr skúlanum omaneftir gøtunum fram við Maritugøtu. Fram við barnagarðinum og síðani gøtuni úr Oman Hoydalar oman í viðarlundina. Har tosaðu vit um, hvussu Hoyvíkin var vaksin, um minkagarðin og um sanatoriið. Úr Hoydølum gingu vit út á Hvítasand, ið er skamt við tyrlupallin. Har vit ótu matpakka og tendraðu bál í fjøruni. Og næmingarnir fingu høvi til at kanna økið og at spæla. Fleiri sótu í sjóvarmálanum og hugdu eftir aldu og brimi, meðan sólin skein oman og niðan. Um tað tíðina, tá vit høvdu ætlað okkum víðari, sóu vit at himmalin var krunkasvartur, sum merkti at eitt æl var í væntu. So vit gjørdu av at fara víðari. Vit vóru ikki meira enn farin til gongu so køvdi av við heglingi. Men tað bilti ikki og vit funnu eisini eitt stað at kroka eina løtu. Vit tóku síðani tveyaran oman í Steinatún og eittaran niðan í skúlan.
(viðmerkjast skal, at nakrar myndir eru kámar, tí at linsan í myndatólini gjørdist skitin)