Myndir

3. fl. í útiskúla 26. jan 2022

Hóast nógvar stormdagar í januar, so eru tað glottar í millum. Og soleiðis var í dag. Aftur hesa ferð gekk leiðin við bussi út á Norðasta Horn. Í mun til í síðstu viku var eingin kavi, men gott og lýtt veður, kanska nakrir dropar. Vit steðgaðu við skótadeplinum, sum hevur fingið heitið Tórðgarð. Við bálplássið kvóðu vit part av Nykursvísu og næmingarnir sungu væl við. Síðani hildu vit til fjals. Har var gott at ganga. Av Lítla fjalli varð gingið oman í viðarlundina undir Kerjum. Har var lívd og góðar umstøður at eta matpakkan rundan um lítla bálið. Serliga væl dámdu næmingarnir at sveiggja í bandinum, sum hekk har til tað sama. Áðrenn vit aftur fóru til gongu, kvøðu vit alla Nykursvísuna rundan um bálið, sum nú var um at slókkna. Vit vóru aftur í skúlanum kl. 13.35