Myndir

3. fl. í útiskúla 19. jan 2022

Í góða kavaveðrinum í dag gekk leiðin við bussi út á Norðasta Horn. Har stóð Jonna frá Barnaútvarpinum fyri okkum við mikrofon. Hon fylgdi okkum niðaná og fekk fleiri góð prát við næmingarnar. Leiðin gekk niðan á Lítla fjall - fram við rossafjósunum og skótadeplinum. Lotið var kalt og tað var ein avbjóðing at ganga hesa leið. Men tað stóð ikki á hjá røsku næmingunum í 3. flokki, hóast vindurin beit í kjálkum og oyrum. Av Lítla fjalli varð gingið oman í viðarlundina undir Kerjum. Har var lívd og góðar umstøður at eta matpakkan rundan um lítla bálið. Uml. kl. 12.45 fóru vit í bussin oman í Steinatún og so niðan í skúlan. Ein fínur útiskúli.