Myndir

3. fl. Útiskúla 27. november

Vit fóru í bussin út á Argjahamar. Fóru til gongu suðureftir móti Sálarbótará og gingu oman á Rókina, har toftirnar av einum seyðahúsi eru. Við útsýni út á Gulan og aliringarnar ótu vit matpakkan og hitaðu okkum við bálið. Veðurvánirnar vóru ikki so góðar og á veg heim aftur høvdu vit í móti, bæði vind og regn. Á leiðini gingu vit fram við Argjaskoti, hetta lítla gili, ið var nýtt at goyma seg fyri sjórænarum í fyrr í tíðini.