Myndir

3.fl Útiskúli 10. november 2021

Í dag høvdu reyð og gul útiskúla. Vit gingu frá skúlanum eftir Løgmannabreyt niðan í Klingruna. Hagani út í Hoyvíkshagan og oman til nýggju rundkoyringina á Hvítanesi. Síðani gingu vit runt um tunnilsopið til Eysturoyartunnilin og yvir í Akkersvík. At enda komu vit í Flávíkina á Hvítanesi, har vit ótu matpakka og tendraðu bál. Í fjøruni var mangt spennandi at finna, m.a. bein og skeljar. Á miðdegi byrjaði at regna illa og vit fóru til gongu aftur í skúlan, har vit vóru um eitt tíðina. Eitt sindur vát og móð men í góðum hýri. Í dag gingu vit næstan 6 km.