Hey tit!
Essay uppgávan mikla!
Tit skulu lata eitt essay inn fríggjakvøld 12. juni. Tit lata uppgávuna inn í tykkara arbeiðsmappu í OneDrive.
UPPGÁVAN:
Tú skalt við djúphugsni hugleiða um hesa seinastu tíðina, har alt brádliga broyttist orsaka av covid-19 og grunda yvir, hvussu hetta hevur ávirka teg og títt lív og tínar framtíðarvánir.
Yvirskrift: Tilmælið Føroyar!
Tit skulu skrivað í word í Office365 og í tykkara mappu.
Stødd 12 og 1 1/2 reglubrot
Min. 400 orð og max 2000 orð.
G.G! Minnist til at geva word skjalinum rættan tittul.
Sum íblásur til uppgávuna kunnu tit lesa eina hugleiðing og nakrar spurningar til evnið. Minnist til at taka tykkara filosofisku og kanska eisini átrúnaðarligu sjónarhorn við.
Síðsta kristni tíma umrøddu vit millum annað, hvørja ávirkan covid-19 hevur havt á heimin, Føroyar, samfelagið og hvønn einstakan av okkum sum heild.
Hendan tíðin hevur sett djúp spor bæði politiskt, økonomiskt og ikki minst heilsuliga fyri mong menniskju - bæði likamliga og sálarliga.
Hetta hevur eisini elvt til rempingar innanhýsis í nógvum londum og enntá til beinleiðis stríð ímillum fólk og stát ymsa staðni í heiminum.
Í Føroyum hevur tað gingið væl betri enn hjá so mongum øðrum londum. Hóast vit hava klárað at vart okkum fyri sjúkuni, so hevur hon sett djúp spor bæði so og so.
Fleiri smærri fyritøkur (kanska serliga í tænastuvinnuni) stíðast fyri lívinum og uttan iva fara fleiri av knóranum.
Nógv tos hevur verið um at ferða-, hotel- og matvinnan, sum seinastu árini ordiliga hevur spílað út, síggja út til at hava fingið knívin fyri barkan og mangla kanska bara mønustingin.
Hóast tað gongur somikið gott, at politikarar aftur er farnir at keglast sum vanligt um tey somu partapolitisku tingini, so kunnu teir ikki reiðilga sleppa undan at tosa um teir ymsu hjálparpakkarnar, ið opinbart enn hava brúk fyri, og hvat annað ella meiri eigur at verða gjørt.
Er tað ein andsøgn at landsstýri og heilsuserfrøðingar heita á Føroya fólk at blíva við at ansa eftir, samstundis sum teir siga, at vit noyðast at lata landið meiri upp, eisini fyri fólkið uttanífrá?
Hvat kemur tað at kosta okkum? Fáa vit sjúkuna inn í landið aftur? Hava vit ráð til ikki at lata upp aftur? Er tað veruliga so, sum summi halda, at talan veruliga er um eina alvorliga fíggjarkreppu, sum er á veg?
Og hvat vil tað egentliga siga? Hava øll hesi strongu tiltøkini við sóttarhaldið, frástøðu, vasking og sprittan so veruliga verið tað vert?
Er prísurin, ið vit (Føroryar og allur heimurin) persónliga og fíggjarliga hevur goldið og framhaldandi sær út til at skula gjalda, verið tað vert?
Hvat so við úrslitinum? Hvat er eitt nøktandi úrslit av sjúkum og deyðum í mun til ein eventuellan økonomiskan niðurtúr? Hvat virði hevur eitt lív, og hvussu nógv skal ein deyði kosta? Er tað ein risiko, ið vit eiga fyri at verja búskapin?
Vita vit í grundini, hvat tað hevur ávirka fólkaheilsuna, at vit hava læst okkum inni soleiðis? Hvat við teimum gomlu, sum onga vitjan hava fingið, tey sum kanska eru deyð einsamøll ella ikki eru sloppin heim úr útlondum ella av skipunum í fleiri mánaðir? Er tað líkamikið um onkur doyr, so leingi sum búskapurin heldur sær? Er tað meiri syrgiligt, tá onkur ungur doyr enn tá onkur gamal doyr? Kunnu vit telja lív í mun til kronur og oyru?
Hvussu hava vit tað í grundini við tí heila og hvørji munnu seinárinini av hesum mongu tiltøkunum verða? Hvussu hevur tann einstaki borgarin tað? Eru vit kanska kedd ella bangin? Hava vit góða ella ringa vón fyri framtíðini? Eru vit blivin ør ella eru vit kanska bara blivin immun fyri øllum hesum evindarligu tilmælunum, og av at verða innistongd og sprittaði uppum bæði oyru í so langa tíð?
Eyka spurningar til íblástur:
Hvussu hevur tað ávirka okkum?
- Tú kanst hugsa heimin, evropa, norðanlond ella bara Føroyar (og kongaríkið) - Tú kanst hugsa um teg og tína famliju, vinir, skúlaflokk, ítrótt, frítíðarlív v.m.
Hvat heldur tú framtíðin hevur at bjóða?
Heldur tú at covid-19 kemur til at broyta ella longu hevur broytt heimin?
Til í VIKU 18 og 19 eru hesar:
- LES OG HYGG Í VIKU 18:
- "kristni_tekstir_heimspeki" (les pdf skjal)
- 3 tær fyrstu kykmyndunum "kristni_heimspeki_kykmyndatilfar" (hygg)
- trýst á myndina í pdf skjalinum fyri at byrja kykmyndina
- hjálp til at skilja ymisk orð og heitir eru at finna í "kristni framløga 23. apríl 2020"
- VIKA 18: "googla" ella "sprota" hesi orð:
- metafysik (dk) metaphysics (en)
- epistemologi (dk) epistemology (en)
- dualisme (dk) dualism (en)
- Vika 18: "googla" hesar heimspekingar:
- Plato
- Aristoteles
- Sokrates (dk) Socrates (en)
- Immanuel Kant
- Georg Wilhelm Friedrich Hegel (G.W.F. Hegel)
- vika 19: "googla" hesar heimspekingar:
- Descartes
- Friedrich Nietzsche
- Søren Kierkegaard
- David Hume
- John Locke