Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Týskt

Sterkt bend sagnorð og tað óbundna kenniorðið

 

Tað sterkt benda sagnorðið verður bent nakað øðrvísi enn tað veikt benda sagnorðið.

Munurin sæst í 2. og 3. persóni, har kjarnin í orðinum fær umljóð.

Í videobrotinum her verður hetta gjøgnumgingið: https://www.youtube.com/watch?v=vM_dweANshM

Annars síggja tit listan yvir stekt bend sagnorð í Skriva Týkst 1 s. 63 - 63. 

 

Tað óbundna kenniorðið

Hetta hava vit verið ígjøgnum fleiri ferðir. Tað bendist í kyn og fall og ikki í fleirtal. Burtursæð frá har * stendur, ið vísir onga ending, so bendist tað sum bundna kenniorðið (s. 22).

Um tú kortini hevur brúk fyri at uppfríska mállæruna, so kunnu tit hyggja eftir hesum vidobrotunum:

Her eru tvey video við Anju. Tað fyrra er óbundna kenniorðið og tað seinna er tað bundna kenniorðið. Tað góða við henni er, at hon tosar týskt og enskt, so vit samstundis læra týkst.

1. https://www.youtube.com/watch?v=6Of-BqbiNLM
2. https://www.youtube.com/watch?v=9uFcMrgPrz4

 

Her eru so tvey onnur. Tað fyrra er sera stutt og einfalt og tað seinna er eitt sindur longri og meiri ítøkiligt.

1. https://www.youtube.com/watch?v=mrF9BizWmgk
2. https://www.jabbalab.com/blog/16067/german-indefinite-article (skrolla niður fyri at síggja video)

Núliðin tíð

Her er gott at duga at benda sein og haben. Tí vit gera hesa tíðina við hjálparsagnorðinum pluss eitt sagnorð við ge- fremst og  - t aftast.

Hetta ljóðar nokk sum volapykk fyri tykkum, men haldið mær til góðar og fylgið við her. Tað er bert hjáparsagnorðið, sum bendist í persóni og tali.

G.G! Altso gera vit núlidna tíð við sein/haben í nútíð + ge - t.

Dømi: Hann hevur keypt bókina.
          Er hat das Buch ge-kauf-t

Her brúka vit hjálparsagnorðið zu haben + sagnorðið zu kaufen, og sum tit síggja bendist bert haben ímeðan kaufen varðveitir stovnin í orðinum, men fær ge- frammanfyri og -t aftast.

Hygg á mállæruhjólið hjá tær og finn kassan, ið snýr seg um Sagnorð/verbum.

Hygg á mállæruhjólið hjá tær og finn kassan, ið snýr seg um Hjálparsagnorð.


Annars, so hava tit ymsar frágreiðingar niðanfyri

Frágreiðing um núlidna tíð frá DW:

https://learngerman.dw.com/en/present-perfect/l-37780308/gr-38302058

https://learngerman.dw.com/en/present-perfect-with-haben/gr-38302318


Her kunnu tit sláa upp orð, dømi: gefragt

https://learngerman.dw.com/en/vocabulary#!


Youtube frágreiðing:

https://www.youtube.com/watch?v=VNSJInyhKmE

Eitt frálíkt amboð, her er heimasíðan, ið hon brúkar: https://conjugator.reverso.net/conjugation-german.html

Her greiðir hon um allar tær 6 tíðirnar: https://www.youtube.com/watch?v=XAudwCE6VE0

Um tit halda, týska Anja, dugir væl at læra tykkum týskt, so er her eitt leinki til hennara facebook síðu: https://www.facebook.com/LearnGermanWithAnja



Lær teg týskt saman við Nico

Framyvir fara vit at fylgja Nico, og hvussu tað gongst honum at læra týskt. Hygg eftir kymyndini og ger uppgávurnar, ið hoyra til. Tit skulu ígjøgnum mininum 2 kykmyndir um vikuna, men tú mást gjarna gera meiri enn tað kravda. Alt tilfarið er talgilt.

https://learngerman.dw.com/de/nico-kommt-in-deutschland-an/l-40322767/e-42382853



G.G! Annars, so skulu tit leggja eina mynd inn av tí, ið tit hava gjørt í Skriva Týskt s. 28 - 29.

Tað leggja tit í persónligu mappuna, ið er blivin deild við tykkum á office365 umvegis ONEDRIVE. 

IKKI SENDIÐ TELDUPOST - LEGGIÐ TAÐ Í MAPPUNA - TELDUPOSTAR VERÐA SLETTAÐIR!!!


 

 

 

 

Mállæruhjól - til tann sum manglar

Hey Tit!

Nú skulu tit gera eina greining av innihaldinum í filminum, Die Welle. Vit taka støði í stuttsøgugreiningini, sum tit kenna. Filmsgreining er ikki av týdningi í hesum umfarinum, tí innihaldið í filminum er tað sum er umráðandi og ikki tað "film-tekniska" í framleiðsluni.

 

Við støði í stuttsøgugreining skalt tú hugsa um hetta:

Uppgáva 1.:

  • Søgugongdina
    •    hvat sker nær?
  • Persónslýsingar
    •    Høvuðs- og eykapersónar
    •    Serligt fokus á sambandið í millum:
      •    Marko og Karo
      •    Herr Wenger og konuna
      •    Tim og Herr Wenger (og hini)
    • Greið frá, hvat tað er sum sker við teimum í Die Well:
      •    Hugsa um sálarfrøðina her
  • Er filmurin "based on a true story"?
    •    Greið frá hesum

 

Uppgáva 2.:

 

  • Týskland 1900 - 2000
    •    Landafrøði
      • Landamørk, stýringsformur, íbúgvar og samanseting av fólki (uppruni), átrúnaður, vinna, tilfeingi osfr.
      • Broytingar ígjøgnum tíðina
  • WWI og WWII 
    • Hvørja ávirkan hava kríggini havt á samfelagið (Týskland)?
    • Hava tey enn ávirkan á samfelagið (Týskland)
    • Hvørja ávirkan hava tey havt á Evropa, Skandinavia og Norðurlond (Føroyar)

 

Vit venja okkum at skriva týskt. Nú vit hava arbeitt við umsøgn, grundorð og ávirki er tað lagamanni at seta hesi saman á týskum:

 

  • Skrivi 10 setningar á týskum
    •    Seti saman (minimum) 1stk X  1stk O og 1 stk ∆ 
      •    Dømi:
        •    Thomas liebt Pluto/der Hund.
        •    Pluto beisst Thomas.
        •    Adreas shiesst den Ball.
        •    Ich spreche deutsch.
        •    Du bist froh.
        •    Das Auto ist rot.
        •    Der Mann ist bö̱se.
        •    Die Frau ist klein.


    • Gevi gætur, at tað kann verða neyðugt at lesa uppá kenniorð, persónsfornøvn og einføldu sagnorðabendingina í nútíð.



      •    Alt tykkum tørvar stendur á mállæruhjólinum. 
      •    Tað er absolutt lov og kanska enntá neyðugt at arbeiða saman við onkrum.
      •    Brúki sprotan, google translate og foreldur ella systkin.
      •    Tað er eisini eitt gott hugskot at hyggja í týskt lesibókina og "herma".

Easy German video til 12. november

 

hygg at hesum: https://www.youtube.com/watch?v=McbEFTuRlZo