Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Kristni

Kapittul 7: Jesu lív og læra

1. Hvønn týdning hava Jesu lív og læra fyri menniskju í dag?

2. Veitst tú onkra myndatalu, vit vanliga nýta? Finnið dømi.

3. Hvønn týdning leggur tú í orðið "undur"?

4. Finnið dømi um "undur í dag". (Tit kunnu gott leita á netinum)

 

 

Spurningar til 25.maj.

1. Hvat er mannarættindi

2. Mannarættindi kunnu í høvuðsheitinum býtast upp í trý punkt. Nev tey!

3. Er nakað í rættindasáttmálanum, ið ikki er komið uppá pláss enn?

4. Hvat er ein hjálparfelagsskapur? (Nevn nakrar)

5. Hvat er tað sum fer fólk at fara undir hjálpararbeiði?

6. Hvør týdningur liggur í orðatøkunum

"Eingin fer væl av tí, at annar fer illa"

"Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga" 

Uppgáva um samkomur í Føroyum

Skrivið eina søgu ella eina yrking um:

- málningin á (s.46)

ella

- Kærleikans hásong (s.47)

 

Uppskot til sálmar

Atrúnaður

 

KRISTINDÒMUR 
Heilaga bókin 
Greið frá um Gud og Jesus 
Heilidagar- hví halda vit teir 
Hví hava vit ein kross sum ímynd av kristidóminum 
Nevn trý dømi um hvussu kristin eiga at liva 
Einstaklinag uppgáva:  
Greið frá tí kirkju ella samkomu tú gongur í 
(um tú ikki gongur i kirkju ella samkomu, kanst tú velja eina at greiða frá um) 


 
JØDADÓMUR 
Heilaga bókin 
Greið frá um Gud og messias 
Heilidagar- hvørjir eru teir og hví halda tey teir? 
Greið frá muninum millum ortodoksir jødar og reformertar jødar 
Samanber Jødadómin við Kristindómin 

 
 
ISLAM 
Heilaga bókin 
Greið frá um Allah og Muhammed 
Greið frá um tær 5 súlurnar 
Hvat er ein muslimur 
Greið frá muninum millum sunnimuslimar og shiamuslimar 

Uppskot til heimauppgávuna Jesu undur 19. feb

Ein vinarlig áheitan

Tað kemur alt ov ofta fyri, at næmingarnir ikki hava kristni arbeiðsbókina við í skúla. Hetta hevur við sær at tey sum ikki hava arbeiðsbókina við í skúla mugu gera nógv heima.

Tey sum ikki høvdu arbeiðsbókina við í dag mugu gera so nógv tey megna heima (36-41) 

Vinaliga kanni heima, tá tit gera taskuna klára, at alt er við

Drós

Mynd 1 (Umbroytingin á fjallinum, Raphael)

1 Hvat er tað fyrsta, tú varnast á myndini

2. Hvør  hevur mála málningin og nær

3. Hevur listafólkið mála aðrar málningar

4. Hvørjar litir sært tú?

5. Hvat sært tú á myndini?

   a) Hvar eru vit

   b) Eru fólk á myndini, um ja eru tey kedd, glað, spent... ?

   c) Hvussu er veðrið?

   e) annað at viðmerkja?

6. Hvussu er huglagið

Mynd 2 (Seinnapartsssunnudagur í Le Grande Jatte, Georges Seurat)

1 Hvat er tað fyrsta, tú varnast á myndini

2. Hvør  hevur mála málningin og nær

3. Hevur listafólkið mála aðrar málningar

4. Hvørjar litir sært tú?

5. Hvat sært tú á myndini?

   a) Hvar eru vit

   b) Eru fólk á myndini, um ja eru tey kedd, glað, spent... ?

   c) Hvussu er veðrið?

   e) annað at viðmerkja?

6. Hvussu er huglagið