Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Verkætlan

Spurdómar

10. november skulu spurdómarnir latast inn. Tað verður gjørt í einum skjali, har hesi punktini skulu svarast stutt:

  • Heiti á partsevni (undirevni). Eitt beinrakið heiti málrættar arbeiðsgongdina.
  • Lærugreinar, sum tit koma brúka í viðgerðini. Verkætlanin er tvørgreinalig.
  • Grundgeving fyri vali av undirevni (hví og fyri hvønn er evnið áhugavert), og frágreiðing um sambandið millum undirevnið og høvuðsevnið.
  • Frágreiðing um greiðsluevnið, sum tit ætla at viðgera (eitt greiðsluevni er ikki bara eitt problem, men ein "problemstilling". Gott um tit finna eitt greiðsluevni við tveimum ella fleiri týðiligum ósamsvarandi mótpólum ella tvístøðum).
  • Spurdómar (sum tvinga tykkum at lýsa, viðgera og loysa greiðsluevnið).
  • Tankar um hvussu tit ætla at svara spurdómunum.

Bólkar og partsevni:

Leinkja til kunngerð um verkætklanaruppgávuna:

http://www.logir.fo/Kunngerd/114-fra-22-11-2000-um-verkaetlanaruppgavuna

Kunngerð um verkætlanaruppgávuna við eftirmetingarskjali:

Vegleiðing frá snar.fo um hvussu ein spurdómur kann evnast til:

http://snar.fo/uploads/tx_tcresources/Spurdomur.pdf

EMU Danmarks læringsportal er ein portalur hjá UNDERVISNINGSMINISTERIET

Onkrir munir kunnu vera millum donsku og føroysku verkætlanarkunngerðinar, men hendan síðan hevur allíkavæl nógvar góðar vegleiðingar til projektuppgávuna, sum vit kunnu lata okkum inspirera av ella brúka beinleiðis:

http://www.emu.dk/modul/projektopgaven 

 

Spurdómar (data, forkláring, meting og handling):

Vegleiðing í, hvussu ein spurdómur kann evnast til: 

http://www.emu.dk/sites/default/files/Skriv%20en%20problemformulering.pdf

Projektopgaven - sådan kan det gøres

Signe Holm-Larsen hevur skrivað hesa bókina, sum Undervisningsministeriet gav út í 1998.

Í 2014 gav hon út bókina "Projektkompetencer", sum ikki er tøk á netinum. Men arbeiðshátturin er grundleggjandi óbroyttur.

Inni á EMU er sami arbeiðsháttur orðaður í stuttum.