Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Samfelagsfrøði

Kap. 4.3 - Hugsa teg um
 
1
3
4
8
9
10

Sendið svarini til: roi.jacobsen@skulin.fo

Ein Facebook-bólkur er stovnaður. Hetta er fyri at fáa kunning viðvíkjandi lærugreinini samfelagsfrøði skjótari út til tykkum næmingar. Vinarliga teknið tykkum sum bólkalimir.

Leinkið er her

1. kapittul - Samfelagsfrøði 9. flokkur

Løgtingsvalið 2019

Leinkjan til snar.fo er her:

https://snar.fo/logtingsval/

Hyggið eftir øllum filmsbrotunum. Her mangla filmsbrot frá Fólkaflokkinum, Sjálvsstýri og Føroyaflokkinum. Leitið á netinum eftir teirra boðskapi.

Svarið øllum hesum spurningunum skrivliga:

- Hvørjum flokki eru tit mest samd við? Og hví?
- Hvørjum flokki eru tit mest ósamd við? Og hví?
- Hvør flokkur hevur tann besta boðskapin til ung?
- Hevur nakar tykkara broytt meining eftir at hava sæð hesi brotini? Hví?

Hvør bólkur skal leggja sítt fram.

Samaumtøka kap 3

Næmingafólkaræðið 
1) samandráttur av kapittul 3 
2) Greið frá hesum orðum og hugtøkum: Fólkaræðið, fólkaskúlalóg, barnaverndarlóg 
3) Hvørjar eginleikar heldur tú ein formaður ella forkvinna í næmingaránum skal hava? 
4) Hvørja uppgávu hevur skrivarin í næmingaránum ? 
5) Hygg at myndini á s 24. Greið frá hvørjar uppgávur  teir ymisku persónarnir hava frá løgtingi til floksumboð. 

Samanumtøka kap 6

Virðismikla frítíðin. 
1) Samandráttur av kapittul 6 
2) Greið frá hesum orðum og hugtøkum: Skipað frítíð, felagsskapir, SSP 
3) Hví gekk tað so leingið áðrenn vannligir borgarir stovanðu feløg? Nær var tað ? Og hvørjum arbeiddu feløgini fyri? 
4) Hví stovna fólk feløg? 
5) Nevn dømir um hvussu feløg fíggja virksemi sítt 

Samanumtøka kap 7

Fólkaræði sum stýrisskipan 
1) samandráttur av kapittul 7 
2) Greið frá hesum orðum og hugtøkum: Beinleiðis fólkaræði, umboðandi fólkaræði, e-fólkaræði, atkvøðurættur, stýrisskipan, talufrælsi, vælferðarsamfelag 
3) Hví er tað umráðandi at eingin einstakur fær ov nógv vald i einum landi ? 
4) Hví er tað ein treyt í einum livandi fólkaræði at meiriluttin fer á val? 
5) Hvussu kann okkara politiska skipan forða fyri at onkur fær ov stort vald? 

Samanumtøka kap 1 og kap 2 

Samanumtøka 
Húskið-kjarnin í samfelagnum. 
1) Samandráttur av kapittul 1 
2) Greið frá hesum orðum og hugtøkum: Socialisering, Samleiki, Arvur og umhvørvið, Normar, Býtisbúskapur, Peningabúðskapur, Kynsleiklutir 
3) Hvat heldur tú at tey ungu í gamla bóndasamfelagnum lærdu av at arbeiða saman við teimum vaksnu? 
4) Kjarnuhúskið er enn vanligasta húskið í Føroyum í dag. Hvørji virði heldur tú, at kjarnhúskið hevur mist, sum gamla stórhúskið hevði í bóndasamfelagnum? 
5) Kyn og kynsleiklutir: Hava gentir og dreingir ymskar leiklutir í húskinum? og í samfelagnum? 
6) Greið frá hvørjar hugsanir tú hevur um kynsleiklutir 
 
Skúlin- eitt stað at læra 
1) Samandráttur av kapittul 2 
2) Greið frá hesum orðum og hugtøkum: Materiell virði, moralsk virði, formligar reglur, óformligar reglur 
3) Í gamla bóndasamfelagnum gingu børn og ung lítið í skúla, tey fóru tíðliga út at arbeiða. Hvat heldur tú tey lærdu sum tú ikki lærir nú ? og umvent hvat lærir tú sum tey ikki lærdu ? 
4) Hvussu hjálpir skúlin okkum at gerast góðir samfelagsborgarar ? 
5) Hvørjar formligar reglar hava vit á skúlanum 
6) hvørjar óformligar reglar hava vit á skúlanum. 

Bólkaarbeiði fjórða samfelagsmaktin

Greining av yrkistekstum

Kommunur í Føroyum

Uppgáva í samfelagsfrøði

Leinkið til uppgávuna

Upplýsingar um kommunur í Føroyum:

Kommunufelagið

Aðrar upplýsingar um kommunur í Føroyum

 

 

Spurningar til kap. 7

Trýst her fyri at byrja

Útgongubann til ungdómar

 

Sí video

Spurningar til kapittul 2 - Skúlin - eitt stað at læra

Minnist til at svara øllum spurningunum ella góðtekur teldan ikki svarini.

WORK HARD - PLAY HARD!

Trýst her fyri at svara spurningunum

Spurningar til kap. 1 - Húskið:

5: Hvussu eiga tannáringar at bera seg at í húskinum?

6: Hvussu eiga foreldur at bera seg at yvir fyri børnum sínum?

Skrivið svarini inn við at trýsta á leinkjuna niðanfyri:

Bólkaarbeiði - Húskið