Fundir

Fundarfrásøgn frá foreldrafundinum 1. sept. 2016

Tað er ein stór broyting at fara frá innskúling til miðdeild. Krøvini eru størri, og ger hetta, at næmingarnir mugu arbeiða meiri, bæði í skúlanum og heima. Um foreldur velja at leggja nógva orku í hetta nú, verður tað munandi lættari, tá ið barni fer í framhaldsdeildina, har enn størri krøv verða sett.

Lærugreinarnar:

Føroyskt:

Næmingarnir hava fingið nýggja lesimappu, ið tey skriva í eina ferð um vikuna +  tá ið tey eru liðug við eina bók. Eftir hvørja lisna bók gera tey eitt bókaummæli. Hesi eru eisini í mappuni.

Fyrisagnir skulu fyrireikast saman við einum vaksnum, har spurt verður inn til ymsu orðini. Harumframt er tað ein møguleiki at skriva tekstin av heima, sum eina eyka venjing. 

Mállæra: Vit ætla at blíva liðug við Eg skrivi 1 og 2 í ár. Næmingarnir fáa tað fyri heima, ið tey ikki náa í skúlanum. Um tey ikki sleppa undan at gera hetta heima, ger hetta, at tey fara at nýta tíðina í skúlanum betur, og fáa tað gjørt har ístaðin. :)

Støddfrøði: Næmingarnir skulu lata inn 12 ferðir um árið. Tíðspunktini standa í innlatingarheftinum. Møguleiki er sostatt at gera hesar innlatingar, tá ið tit hava stundir til tað, bara áðrenn innlatingartíðspunkti.

N/T: Boð verða ikki altíð givin áðrenn farið verður túr. Umráðandi er tí, at næmingarnir altíð eru klæddir eftir veðrinum. 

Landsroyndir: Næmingarnir skulu til landsroynd í føroyskum ('lesa og skilja' og 'fyrisøgn'), støddfrøði og 'náttúru og tøkni'. Landsroyndirnar vera í mai mánaða.

Ymiskt praktiskt:

Lítli matpakkin: Vit eta ikki longur lítla matpakkan í tímanum. Umráðandi er tí, at næmingarnir hava mat við, ið er lættur at taka við út í fríkorter.

Fríkorter: Næmingarnir sleppa nú at vera inni seinna fríkorterið, um teir hava hug til tess. Í flokshølinum er møguleiki at sita og práta, tekna, lesa, spæla borðspøl o.a. Eisini er møguleiki at fara út, ella at vera í Námsfrøðiliga deplinum.

Vinabólkar: Vinabólkarnir halda áfram. Umráðandi er, at ein vaksin er til staðar, og tryggjar ein góðan stemning.

Floksfundir: Vit hava floksfund eina ferð um vikuna. Hann fer ikki at liggja ein fastan dag. Tað kemur at standa í vikuætlanini, nær hann er.

Boð: Vit ynskja framvegis at tit geva kontaktlæraranum boð, tá ið barn tykkara ikki kemur í skúla.

Viðtalur: Viðtalurnar vera eftir heystfrítíðina, so nýggju lærararnir hava møguleika at læra børn tykkara betur at kenna.

Foreldraumboð

Nýggju foreldraumboðini eru:

Turid (mamma Róar)

Maria (mamma Inga)

Elmar (pápi Ró)

Jóhan (pápi Páll Fríða)

Súsanna (mamma Brand)

Eyðun (pápi Jónas og Djóna)

Uppgávur hjá foreldraráðnum:

Skipa fyri einum tiltaki um heystið og einum um várið. Hetta kann t.d. vera ein veitsla fyri næmingarnar og eitt nátturðakvøld fyri næmingum við familju ella einum gongutúri. 

 

 

 

Foreldrafundur 1. sept. kl. 19 - 21

Vælkomin

Nýggir lærarar

Lærugreinarnar

Landsroyndirnar

Ymiskt praktiskt

Val av foreldraumboðum

Vinaliga 

Lærararnir í 4. flokki