Alis-/evnafrøði

Vit eru um at verða liðug við el-læru (og "el-húsið") fyri hesuferð.

Hvussu nógv veitst tú nú um el-læru?

  • Dugir tú at gera eina raðbinding?
  • Dugir tú at gera eina tvørbinding?
  • Veitst tú, hvat ein stuttbinding er fyri nakað?
  • Dugir tú at máta spenning? Dugir tú t.d. at máta spenningin yvir el-húsið?
  • Dugir tú at máta streymstyrki? Dugir tú t.d. at máta, hvussu nógvur streymur rennur gjøgnum el-húsið?
  • Veitst tú, hvat effekt er, ella hvat effektin sigur okkum?
  • Dugir tú at rokna effektina t.d. í radiatorinum ella kanska øllum el-húsinum?
  • Dugir tú at rokna orkunýtsluna í øllum el-húsinum í t.d. tveir tímar? (hint: eindin er watt-tímar)
  • Veitst tú, hvat mótstøða er, og dugir tú at rokna mótstøðuna í t.d. radiatorinum?
  • Dugir tú at umskriva lóg Ohms?
Stødd   Eind    
Spenningur U Volt V Spenningurin "trýstur" elektronirnar frá minus-pólinum til pluss-pólin.
Streymstyrki I Ampere A Sigur okkum, hvussu nógvar elektronir streyma gjøgnum leidningin um sekundið.
Effekt  P Watt W Sigur okkum, hvussu nógv orka verður "brúkt" ella umsett um sekundið.
Orka E Joule J Orka krevst til at gera eitt arbeiði. Um orka verður "brúkt", so verður eitt arbeiði gjørt. Um eitt arbeiði verður gjørt, so verður orka "brúkt".

El-orkunýtsla

E =  P  x  tíð  Watt-tímar Wh

Sigur okkum, hvussu nógv orka er "brúkt" yvir eitt ávíst tíðarskeið.

(Ein 100 watt pera brennur í 2 tímar = 200 wh.)

Mótstøða R Ohm   Sigur okkum, hvussu stór mótstøðan er í leidninginum, ella hvussu lættliga streymurin kann renna gjøgnum leidningin.
Lóg Ohms   U = R  x  I       
         
         

Effekt-formilin

Lóg Ohms

Vatn sum model av elektriskum spenningi, streymstyrki og mótstøðu: