1984 by George Orwell
Hey tit!
Her finna tit alt tað tilfarið, ið tit hava brúk fyri í samband við, at vit fara undir skaldsøguna 1984.
Undir hesum inlegginum hava vit lagt leinki til bókina sum pdf og spurningar til kapittul 1 sum word skjal. Harafturat leggja vit leinki inn til ljóðbókina, ljóðbók á youtube har teksturin verður vístur samstundis og leinki til eina interaktiva uppgávu síðu.
Ætlanin er, at vit lesa 1 kapittul um vikuna inntil vit síggjast aftur í skúlanum. Hvøja viku leggja vit spurningar út til hvønn kapittul, sum tit skulu lesa áðrenn tit fara undir at lesa sjálvan tekstin. Tá ið tit hava lisið tekstin skulu tit svara spurningunum, ið vit hava lagt tykkum sum word skjal umframt, at tit skulu svara spurningunum á viðkomandi heimasíðu, ið vit leinkja til.
Tað er okkara vón og ynski, at tit kortini lesa alla bókina. Eisini um vit ikki skulu brúka alla bókina í undirvísingini ella í eini møguligari próvtøku. Tit fáa jú ikki heildarfatanina við, tá ið tit bert koma ígjøgnum ein part av bókini.
Hettar er eisini ein møguleiki hjá tykkum sum familja at samlast um eina góða bók. Og júst hendan bókin er kanska ongantíð meiri viðkomandi enn júst nú, tá ið epidemilóggávan í DK er blivin herd, so at státurin nú hevur myndugleikan at "gera seg inn á" persónliga frælsið hjá tí einstaka borgaranum.
Hendan bókin er uttan iva á einum "must read" lista hjá tykkara foreldrum. Tískil ímynda vit okkum eisini, at tit kunnu brúka hesa bókina sum grundarlag undir eina savnandi løtu, har tit sum familja koma saman og antin lesa ella lurta eftir bókini. Tá ið vit eru komin í gjøgnum viðkomandi tilfarið deila vit eisini filmin við tykkum. Tá kunnu tit eisini, sum familja, binda sloyfu um tað heila við at gera eitt hugnakvøld við film og hygg, tá ið tit eru komin ígjøgnum bókina.
Góðan arbeiðshug!
Vh.
Anja og Rani