Føroyskt

11 spurningar til Sally, s. 99-108

1. Tá ið Cornelia Smith hevur mist so nógvar pengar, og hon hevur illgruna um, hvør tjóvurin er, hví meldar hon so ikki Sally Jones?
2. Hvussu eitur báturin, sum chiefurin Koskal aog Sally hava keypt?
3. Tey bæði uppliva nógv við bátinum. Hvørja ólógliga last hoyra vit um, sum tey sigla við?
4.  Hvør er knattstøðan í Baffin Bay?
5. Hvussu eitur áin, sum tey sigla 600 km niðan eftir?
6. Hví heldur tú, at Sally gerst ótrygg á ferini niðan eftir ánni?
7. Hví finnur Sally upp á at rýma á miðjari nátt?
8. Hvussu heldur tú, at Chiefurin hevur tað, tá ið Sally ikki kemur aftur...greið frá?
9. Heldur tú, at nakað samband er millum støðuna og myndina á s 106? Um ja, greið so frá.
10. Hvørji eru fólkini, sum Chiefurin sær við áarbakkan?
11. sig hvørjum søgan endar við, og hvat tær dámar endan...

11 spurningar til Sally Jones, s. 82-98

1. Hvaðani kennast Koskala og Sally?
2. Hví heldur tú, at Koskala fyrst vil hava nýggj klæði og klippast?
3. Hvat starv fær Koskala sær fyri at vinna pening at keypa Sally fyri?
4. Hví er Sally sjúk?
5. Hví hevur Koskala havt tørv á át ugga seg við wiskey?
6. Hvat lærir Sally umborð á Patna?
7. Hví fara Koskala og Sally av Patna?
8. Koskala finnur sær damu, meðan Sally og hann arbeiða sum mekanikarar í San Fransisco. Hví rýma tey so aftur, Sally og Koskala?
9. Hví er so trupult at finna sær hýru í New York?
10. Hvønn lesur Sally um í einum blað?
11. Tá ið Koskala vaknar ein morgunin, finnur hann við fótalagið á songini 15.000 dollarar. Hvaðani heldur tú, at pengarnir eru komnir og hvussu?


 

10 spurningar til Sally Jones s. 66-81

1. Hvuss nógv rindar Kim-Eng fyri Sally?
2. Sig frá hvør Kasper Meyer er, og hvat hann ger...
3. Á gorillaferðini møtir ferðalagið nógvum mótgangi. Hvørji eru tey yra dømini, sum vit hoyra um?
4. Hvat ger Kasper Meyer fyri at lokka gorillur fram úr frum skógini?
5. Hvat heldur tú verður av tí bretska blaðmanninum?
6. Hvørj asjúku fáa nógvir í ferðalagnum?
7. Hví vil Meyer berjast við professorarnar í djórafrøði?
8. Sig frá, hvussu Sally hevur tað í Singapor hjá Meyer...
9. Hví verður Sally seld ølstovueigaranum?
10. Hvussu eitur ølstovan eftir at Sally kemur har?

 

Sally Jones s. 58-65, at lesa heima til mánadag 18/5