Seturskúli 17.-19. apríl 2018
Góðu næmingar og foreldur í 6. flokki
Í døgunum 17. til 19. apríl fara vit á seturskúla í leguhúsinum í Nesvík. Skúlin rindar fyri ferðing og gisting, og vit fara at biðja tykkum um 200 kr. hvør fyri mat. Tað hevði verið gott, um nøkur foreldur kunnu baka bollar ella skuffukøkur. Vinarliga sendið okkum eini boð, um tit ynskja at baka.
Í Nesvík eru góðar umstøður at vera úti, so tí er umráðandi, at øll hava hóskandi klæðir og skógvar við.
Annað at taka við:
- Seingjarklæði ella soviposa
- lak
- Myndatól
- Fótbólt, brettspøl o.a.
- Ein matpakka til á middegi týsdag
- Lummapening. Tað er í mesta lagi loyvt at brúka 50 kr. um dagin.
Vit hava avgjørt, at tað ikki er loyvt at hava fartelefon ella teldil við. Lærararnir hava telefon við, ið tit kunnu læna, um tit fáa tørv á tí.
Eru spurningar ella eitthvørt, ið tit vilja boða okkum frá, eru tit vælkomin at ringja.
Vit vóna, at undirtøkan verður góð og gleða okkum til at vera saman við tykkum hesar dagar.
Blíðar heilsanir
Søren, Drós og Mirjam
Vinarliga gjaldið 200 kr. innan hósdagin 12. apríl 2018