Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Boðklivin

Landafrøði - spyrjitími og vegleiðing til munnligu próvtøkuna verður leygardagin kl. 12.

Ongar fílur

SAVNA PENING INN TIL UKRAINA

Í sambandi við leik- og sangframførsluna hóskvøldið 31. mars kl. 19

fara vit í skúlanum við Løgmannabreyt av savna pening inn til hjálpararbeiðið

í Ukraina.

Høvi verður hjá fólki at lata eitt oyra í bússur, sum standa frammi.

Stóra takk fyri, at tit vilja hjálpa okkum at hjálpa!

Skúlin við Løgmannabreyt

Góðu foreldur og næmingar:

Prógvhandan 2022

Prógvhandanin hjá 9. flokki verður mánadagin 20. juni kl. 16.00.

Umframt, at prógvini verða handað, verður felagssangur og tónleikur.

Røður verða hildnar og floksmynd verður tikin.

Eisini bjóðar skúlin ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

 

Viðtalur við foreldur og næmingar:

Tær viðtalur, sum eftir eru, eru hesar, eisini hjá teimum, sum ikki fingu møtt til sína tíð. Er onkur í stóra bólkinum, sum manglar, sigið so endailiga frá. 
  

                 Mikudagin 30/3
Andrass       13.45
Jóhan          14.00
Bartal          14.15
Eva             14.30


 

 

Góðu næmingar. 

Minnist til at vit hittast sunnukvøldið til kunning um verkætlanina.

Vh Lærararnir

 

 

 

Góðu foreldur

Í gjár fingu næmingarnir talmetsblaðið við heim.

vh lærararnir

Góðu foreldur og næmingar.

Nú havi eg frætt um 11 næmingar, sum hava korona.

Høgni Joensen hevur tosað við landslæknan.

Tað, sum kom burturúr var:

1: at tey, sum hava verið saman við teimum smittaðu(eisini á nýggjárinum) skulu ikki koma í skúla fyrr enn hósdagin, tá ið tey hava fingið neg. svar eftir pcr-kannin í morgin, mikudag. Hesi skulu eisini lata seg pcr-kanna sunnudagin og bíða eftir negativum svari, áðrenn tey koma í skúla mánadagin.

2: At øll, sum merkja bara tað minsta til sjúku/krím, skulu vera heima og lata seg pcr-kanna og ikki koma í skúla fyrr enn neg svar er komið frá kanningini. Hetta er galdandi fyri okkum øll.

Ooog, tit skulu ikki stúra um verkætlanina. Vit arbeiða við eini loysn. Í morgin frætta tit nærri henni viðvíkjandi.

Góðan bata, tit, sum eru sjúk :-) Vit gleða okkum, til við aftur sleppa í skúla øll somul.

Hetta mugu tit lesa, alt sum tað er, hóast tit kenna tað mesta. GG: Dagarnir eru hesir: mánad.-da, týsd.-fø, mikud.-st, og hósd.-en

Bogi hevur verið so beinasamur at leggja út eina fimisrokning á WiseFlow, sum tit kunnu loysa áðrenn royndina. Hon liggur opin til týskvøldið kl 22.00. Tvs tit mugu vera liðug við hana áðrenn kl 22...  :-)

Góðu tit  øll

Vit ynskja tykkum gott vikuskifti og góða eydnu við royndunum. Tykkum, sum eru í sóttarhaldi, gleða vit okkum at sígga aftur.

Tað var so stuttligt at síggja í morgun, at ið tit bólkaðu tykkum at práta og kjakast um støddfrøðiinnlatingarnar; av sonnum ein stór løta, vóru Eydna og eg samdar um... Tit eru ordiliga komin á lagið :-)

vh Anna Maria

Koronu smittutilburður

Koronatilburður 11. novembur 2021

Boð frá landslæknanum:

Í samráð við landslæknan skulu allir næmingar í 9. fl. lata seg kanna sum skjótast , og ikki koma í skúla fyrr enn teir hava fingið negativt svar.

Vegleiðingin, sum skúlin hevur fingið, sigur, at næmingarnir skulu kannast aftur sunnudagin og aftur týsdagin 17.novembur

    Ongar myndir

Vikan við seturskúlanum

Minnist til at taka kopp við á foreldrafundin :-)

Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 22.sept. kl 19

Vit gleða okkum at síggja tykkum. Skráin er:

-Kalendarin
-Starvsvenjingin
-Próvtøkur - og synopsupróvtøkuhátturin
-Velja foreldraumboð

Skráin fyri vitjanina hjá RFF er hendan(sí eisini vikuætlan):

Ferðsludagar 2021

09.30 Vælkomin!

09.35 Ferðslan í Føroyum – Koyrilærari

10.10 Arbeiðsdagur í ferðsluni – Løgreglan

10.40 Steðgur við jogurt

10.55 Ferðsluvanlukkur – Ambulansutænastan

11.30 Matpakkar og MBM-kakaomjólk

12.00 Vit grunda, kjakast og taka støðu

12.50 Steðgur

13.00 Tá vanlukkan rakar – frásøgn frá veruleikanum

13.30 Steðgur

13.40 Rúsdrekkabrillur

14.00 Eftirmeting

14.30 Farvæl – ansið eftir hvør øðrum!

Góður tit øll.

Ongar koronukanningar eru longur hósdagar, so okkara 6.dagstestir mugu vera fríggjadag. Einar 45 tíðir eru eftir til kl 20.30.

vh Anna Maria

Heimaskúlaarbeiði

Góðu foreldur og næmingar í 9.flokki.

Hesa vikuna leggja vit boð og lektiur á vikuætlanina. Umráðandi er, at tit fylgja við har, og at næmingarnir gera sítt heimaarbeiði.

Seinasta árið í fólkaskúlanum er sera ódrúgt. Næmingarnir fara tvær vikur í praktik. Verkætlan er tvær vikur og skrivligu royndirnar eru 3 vikur. Vanlig undirvísing endar í mei, tá próvtøkurnar byrja. Við hesum í huga er sera umráðandi, at næmingarnir hesa vikuna eru í sóttarhaldi, so smittuspjaðingin steðgar, og vit aftur sleppa í skúla komandi týsdag.

Frank, Anna Maria & Eyðólv

Sóttarhald

Hjá landslæknanum siga tey, at vit skulu halda okkum til hesa:

Sóttarhald – tú hevur havt beinleiðis samband við persón, ið hevur COVID-19:

Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest coronavirus, skalt tú í sóttarhald í 10 dagar. Landslæknin setir seg í samband við teg.

Tað vil siga, at tú skalt vera avbyrgd/ur frá øðrum, so onnur ikki verða smittað. Teir 10 dagarnar eru frá tí degi, tú seinast hevði samband við tann smittaða. 

Tað vil siga, at:

·         Tú avbyrgir teg frá øðrum heima við hús.

·         Tú fert ikki til arbeiðis ella ørindi.

·         Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki tey, tú býrt saman við.

·         Tú kanst fara túr í egnum bili og vera út í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús e.l. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Tú skalt vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skal tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.

Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6. degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.

Ert tú liðugt koppsett/ur, skal tú ikki í sóttarhald, men tú skal lata teg kanna skjótast gjørligt, og á 4. og 6. degi.

Vegleiðingin í samráð við landslæknan

Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi.

Sum áður fráboðað vórðu vit í gjár kunnað um, at næmingur í okkara 9. fl. hevði fingið staðfest covid-19.

Í samráð við landslæknan fingu allir næmingar í 9. fl. alt fyri eitt boð um sum skjótast at lata seg kanna, og nú eitt stórt samdøgur seinni, mugu vit tíverri staðfesta, at seks næmingar í flokkinum eru testaðir positivir.

Fyri at minka um sannlíkindini fyri smittuspjaðing hevur leiðsla skúlans í samráð við landslæknan gjørt av, at næmingarnir í 9. fl. fara í sóttarhald í 10 dagar, t.v.s. vera heima frá skúla til týsdagin 14. september.

Vegleiðingin, sum skúlin hevur fingið, sigur, at lærararnir og næmingarnir skulu kannast aftur týsdagin 7. september (4. dagur), hósdagin 9. september (6. dagur) og mánadagin 13. september (10. dagur).

Næmingar, ið eru fult koppsettir, og har tað eru farnir 8 dagar síðani seinna prikið, eru ikki umfataðir av sóttarhaldinum, men skulu vera varnir og lata seg testa 4.dag og 6.dag.

Hvussu undirvísingin verður skipað, fáa tit at vita í morgin.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109 ella senda ein teldupost til foe@stps.dk

Kærar heilsanir

Skúlin við Løgmannabreyt

Hey.

Landslæknin fer at seta øll í 9. Í sóttarhald. Vit fàa eitt skriv í dag við nærri boðum.

Vh Anna Maria

Uppdatering

Higartil eru 4 tilburðir. So ansið væl eftir. Og alt tað besta.

Vit hava fingið fráboðan um ein tilburð av korona í 9.fl.

Vegleiðingin, sum skúlin hevur fingið, sigur, at lærarar og næmingar skulu kannast í dag, og halda seg inni, til teir fáa negativt svar.

Lærarar, sum eru fult vaccineraðir, kunnu tó fara út, men skulu vera varnir.

Mánadagin skulu vit øll aftur potast.

Nøkur verða helst uppringd í dag og biðin um at fara í sóttarhald.

Gott, um tit siga frá, um tit halda, at onkur ikki fær vegleiðingina.

Hesi boð standa eisini a fb-bólkinum 'stutt boð'.

 Alt tað besta, vh Anna Maria

Morgunmatur 15. juni - At hava við

skráin komandi tvær vikurnar

Góðu foreldur. Vit hava havt áhugaverda vitjan av Kris í dag. Næmingarnir fingu kunningarskriv heimvið

Tímatalva í støddfrøðivikuni

Góðu foreldur og næmingar

Vit ætla okkum at stuðla innsavningini móti krabba. Tí fara vit at selja fløskur.

Vit ætla, at hósmorgunin taka øll fløskur við í skúla, tey flestu eiga nokk nakrar á goymslu, sum vit fara at selja. Næmingarnir fáa svartan sekk við sær heim at bera í, og til at selja í, fáa teir handskar.

Pengarnir fyri fløskurnar fara óskerdir til tiltakið "Føroyar móti krabba".

Vónandi taka tit øll væl undir við hesum.

Um so er, at onkur vil lata reiðan pening, so ber til at senda sms til onkran í toyminum og senda ein brævbjálva við upphædd í skúla við næminginum.

Bestu heilsanir frá toyminum.

Góðu foreldur.

Í dag hava heilsusystirin og starvsnæmingur hennara, Anja Hammer, sum er næstan liðug at lesa til heislusystir) vitjað flokkin við áhugaverdari undirvísing um rúsdrekka. Upplegg og bólkaarbeiði. Bólkarnir komu við sera skilagóðum boðum upp á svar, og uppleggið var sera áhugavert.

Næmingarnir hava fingið eitt ark heimvið, sum tit kunnu lesa saman og skriva undir, um tit eru sinnað at lata heilsusystrina(í hesum førum starvsnæmingin) práta við tykkara barn. Gott, um vit fáa arkið aftur hesa vikuna.

Vh. lærararnir 

Góðu tit øll

Vit ynskja tykkum og tykkara eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

Góðu tit, sum eru í sóttarhaldi.

Fyrst ynskja vit tykkum alt tað besta, nógv tol og at tit ikki gerast sjúkir. Tað verður gott at síggja tykkum aftur :-)

Hyggið inn undir "lærugreinar - føroyskt", har liggur søgan um Rossini í Skoradali, sum er sera góð. Kanska ikki í byrjanini, men haldið út, hon verður góð. Í vikuætlanini síggja tit hvat skal gera. Spurningar til søguna eru eisini undir "lærugreinar - føroyskt".

Fylgið annars við vikuætlanini, so verður lættari at koma aftur í skúla.

Heilsan frá toyminum

 

Góðu foreldur og næmingar, nakrar broytingar eru í kalendaranum

Umberið okkum. Broytingar í kalendaranum hjá skúlanum ávirka okkara kalendara so, at vit eisini mugu broyta. í jan.-feb., viku 3-6 eru broytingar viðv. innlatingum og verkætlan. Nú í nov. er royndin flutt til at vera í viku 48, tann 23.-26. nov. og tí er eisini verkætlanarpartsevnið flutt eitt sindur.

Kalendaran finna tit her á heimasíðuni.

Vit komu annars glað og móð aftur av góðum seturskúla í síðstu viku, og hesa vikuna hava vit havt evnisviku, hav vit hava verið blandað um allan skúlan. Tíverri hava vit ikki havt stundir at vitjað ymsu fyritøkurnar, og tí hava vit sæð alt ov lítið til okkara egnu í 8.flokki. Men vit gleða okkum at síggja tey aftur mánadagin.

 

Íverksetan í Klaksvík

Hey tit

 Vit fara úr Havn klokkan 08:00 við bussi hjá pápa Búa. Næmingarnir skulu hava matpakka við. Teir fáa annars frukt og vatn gjøgnum dagin 

Vit ynskja konfirmantum við familjum hjartaliga til lukku.

Nýggj boð

Allir næmingarn í8.fl verða bidnir um at kanna seg fyri korona í dag og vera við hús í morgin. Mikudagin fara vit í skúla aftur, sum vanligt, um koronakanningarnar vóru negativar.

vh Leiðslan

Góðu tit øll

8.fl skal ikki koma í skúla í morgin. Onkur, sum okkara næmingar venja saman við hevur korona, dystur hevur verið í vikuskiftinum, so leiðslan hevur gjørt av, at fyrbils eru vit heima í morgin.
Fylgið við í boðklivanum í morgin, har fáa tit nærri boð. Ansið eftir smittuni.
Gott, um tit kunnu vátta, at tit hava lisið hetta, við at senda eini sms-boð við navninum á næminginum tí so ringja vit ikki til tykkara. Klokkan er nógv, vit ringja til øll, sum ikki síggja hetta.
vh. Eydna, Eyðólv og Anna Maria

Felags foreldrafundur

Góðu foreldur.

Konfirmatiónir fyri framman, feiri sunnudag, so seturskúlin verður útsettur.

Foreldrafundin hava vit tó 17.sept kl 19.00.

Vónandi hava allir næmingar foreldur á fundinum. Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Vh toymið 

 

 

Góðu næmingar.

Takk fyri eina frálíka fyrstu skúlaviku, tit hava verið ómetaliga fitt, røsk og búgvin. 

vh Toymið

 

Tímatalvan hjá okkum í viku 36

Tað verður gott at síggja tykkum aftur.

 

Góðu foreldur og næmingar

Vit ynskja tykkum øllum eina góða summerferiu og gleðast okkum at síggja tykkum aftur í 8.flokki.

Vh læararnir

Góðu næmingar og foreldur í 7. flokki

Av tí, at skúlagongdin í hesari hálvuni hevur verið órógvað av koronusmittuni, hevur leiðslan, saman við flokstoyminum, gjørt av, at ársmet verða ikki givin fyri farna skúlaár.

Við ynskjum um eina góða summarfrítíð

Vinarliga leiðslan

Góðu næmingar, vit sleppa í skúla aftur

og tí eru vit av álvara farin at gleða okkum til at síggja tykkum aftur.

Lesið á heimasíðu skúlans, hvussu tit skulu koma í skúla.

Í fríkorterunum fara tit í spælibólkar, somu bólkar sum teir til alis- og evnafrøði, og í fríkorterunum fara øll út. Vit í 7.fl eiga norðara part av stóra vøllinum, og har mugu vit vera. Tað ber ikki til at sparka, so tit mugu finna upp á okkurt annað. Og sum sagt, í smáu bólkunum. Lærararnir keypa eitt langt hoppiband til hvønn bólkin.

Latið tykkum væl í, so skal tað nokk verða stuttligt. :-)

 

Góðu tit.

Umberið okkum, men nú er klutur komin í tímatalvuna. í Dagsins bók mugu tit býta um da týsdag við støddfrøði og so mugu tit í morgin býta st mikudag um við da.

Góðu tit øll 

Nú fara vit undir viku 19, og hon er sætta vikan tit ganga í fjarskúla. Tit hava stórt rós uppiborið, tí tit hava verið so røsk. Haldið fram við tí.

Vit mugu minna nøkur tykkara á at skriva navn ovast á skjølini og dagsins bók, og at lesa dagsins bók frá degnum fyri. Har kunnu vera viðmerkingar /svar til tykkum og onkuntíð spurningar, sum tit skulu svara.

Tímatalvan liggur undir "tímatalva".

Góðan arbeiðshug frá okkum lærarum :-)

 

Góðu tit øll í 7.

Vóandi hava tit øll kunnað notið góða veðrið í síðstu viku. Vit gleða okkum til fleiri góðar dagar. tit hava heilt víst stundir at njóta veðrið, tí skúladagurin er stuttur.

Minnist bara til, at tað, sum tit fáa her í vikuætlanini er ikki heimaarbeiði, men skúli; fáið tað tí frá hondini so tíðliga sum gjørligt um dagin. Vit føra protokoll kl 16.00 fyri luttøku og fyri tað, sum tit hava gjørt.

Neyðugt er at tit skriva í dagsins bók. Nøkur eru, sum fjøkjast eitt sindur í henni, ella gloyma okkurt, so hesaferð er dagsins bók næstan skrivað fyri tykkum. Tvs, har stendur hvat skal skrivast í.

 Góðan arbeiðshug, vit hoyrast :-)

 

 

Vika 17 og vika 18 (liggur eisini undir tímatalvu)

                                                                                                                                                      19.04.20

Góðu foreldur og næmingar í 7.

Vælkomin í skúla aftur. Vónandi hava tit øll havt tað gott í páskaferiuni.

Vit fara at halda fram sum áðrenn páskaferiuna, tvs, tit fáa viðmerkingar til tað, sum tit gera. Vit skráseta tað, sum tit gera, meta um tað og vit fylgja væl við í dagsis bók, at tit gera tað, sum tit skulu, og viðmerkja har. Minnist tí altíð til at lesa dagsins bók frá degnum fyri. 

Minnist nú til, at hetta er okkara skúli, ikki "skúlating" ella "heimaarbeiði", sum vit kenna tað. Dagsins bók skal nú vera skrivað kl 16.00. Á henda hátt fáa tit fyrri frí hvønn dag.

Umfram tað, sum vit kenna til á OneDrive, so fara vit onkuntíð at hittast á Teams. Har kunnu vit bæði síggjast og hoyrast. Onkur upplegg vera á Teams, og tit sleppa at siga/lesa onkuntíð. Vit skráseta eisini tá ið tit møta á Teams, so eins og tit skulu gera hitt, sum stendur í vikuætlanini, so er eisini møtiskylda á Teams. Teamstíðirnar fara at standa í vikuætlanini

Tit, sum skulu lána teldur frá skúlanum fáa nærri boð í vikuætlanini um, hvar og nær tær kunnu heintast, og sikkurt eisini á fb.

Leggið til merkis, at tímatalvan hesaferð gongur yvir tvær vikur. Tímatalvan er gjørd eftir tilmælum, sum skúlin hevur fingið frá Ummr. Væntandi fer tímatalvan at ganga umaftur alla koronatíðina, men tit mugu hyggja væl, tí neyðugt kann verða við smærri broytingum.

Vónandi eru vit øll klár at royna Teams saman týsdagin. Vegleiðing til Teams liggur niðan fyri her.

vh Lærararnir

GG. Um okkurt er tit ivast í, so eru tit vælkomin at ringja til tann læraran, sum viðmerkir í tykkara dagsins bók.

 

 

Vegleiðing at sleppa inn á Teams hjá flokkinum

Góðu foreldur og næmingar.

Nú fer triðja vikan við fjarskúla, og vit gleða okkum til páskaferiuna.

Tit fáa karakterbløðini sendandi í dag í Outlook, á næmingateldupostin.

Og so skal sigast, at støddfrøðitalið er júst tað sama sum á jólum. Av tí at vit vórðu send heim, so hava vit ov lítið tilfar, sum tit hava sitið við einsamøll og sum hyggur breitt eftir, hvat tit duga.

Vónandi sleppa vit skjótt í skúla, so vit næstu ferð hava nógv tilfar. Gott, at tit venja væl á emat, tí, so gloyma tit ikki tað, sum tit duga.

Góðu tit, hyggið inn á vikuætlan og boðkliva annan páskadag.

Gleðiligar páskir frá okkum í toyminum 

Nú fór onnur vikan afturum við fjarundirvísing

Tit eru ófør at ganga í online-skúla. Og ikki minst, so eru tit sera arbeiðssom. Takk fyri tað.

Tað enska hósdagin var óheppið, men hatta verður ikki aftur. Vit halda okkum til tað, sum riggar :-)

Vit minna á sofaksúlan hvønn dag, so kunnu tey, sum vija byrja skúladagin í sofuni, gera tað :-)

Tað er gott, at tit skriva alt í dagsins bók, vit brúka hana at meta eftir og at fáa samsvar við tað, sum vit fáa inn á emat og á wordskjølini. Minnist til at skriva næminganavn og -fartelefonnummar ovast í dagsins bók! Dagsins bók skal vera inni áðrenn kl 18. hesa komandi vikuna.

Ansið nú væl eftir tykkum, vit gleða okkum at síggja tykkum, tá ið vit sleppa aftur í skúla.

Hesa komandi vikuna skulu tit skriva í dagsins bók til viku 14
Hyggið í dagsins bók fyri viku 13, tí týsdagin, á middegi verður hon latin aftur, tá mugu tit ringja, um tit vilja lesa í henni.

Góðan arbeiðshug

Tað ber sjálvandi væl til at ringja til ein lærara, um okkurt er, sum tit ivast í, ella at senda mail/sms.

AMJ 280354 - ED 280356 - EV 280343 - HO 280384

Skúlin steingir vegna corona smittuvanda

Sí bođini her:

http://www.svl.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=423

Viðtalurnar mánadag 16. mars eru útsettar.

Skrubb

Góðu foreldur

Vit mugu tíanverri staðfesta, at tað er trupult at sleppa av við skrubb, tí skúlin hevur fingið fráboðan um ein nýggjan tilburð.

Kunning um skrubb

Orsøkin til at børn, ungfólk ella vaksin fáa skrubb er, at ein hevur fingið eina skrubbmottu á húðina. Skrubb kemur ikki av vantandi reinføri - øll kunnu fáa skrubb. Skrubb kann fyribyrgjast og lættliga viðgerast.


Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí, at ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.
Tann, sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast. 

Meira kunning fæst á hesi leinkjuni hjá Gigni

Sí eisini kunning frá danska heilsustýrinum

Viðtalur mánadag 24. februar

 

 

 

 

Fárasjúka staðfest á skúlanum

Góðu næmingar. Takk fyri eina frálíka evnisviku, tit vóru ómetaliga rösk og sjálvstöðug. Áhugaverdar framlögur og góðar myndir.

Tit hava umframt um tað ítökiliga evnið, sum tit hava arbeitt við, lært nógv um at arbeiða í bólki, at ringja til femmand fólk at fáa hjálp, at tosa við fólk og at leggja fram. Og so ikki at gloyma, at gera PowerPoint-síður.

Góða heystferiu ☺

Kalendarin hjá 7. flokki 

Foreldraumboð eru

Christian - Eva

Finnur - Bartal Páll

Beinta -  Helgi

Rói - Pætur

26/6 - 2019

Góðu foreldur

Skúlaárið er nú komið at enda, og fara vit at takka fyri í ár og ynskja tykkum øllum eina góða summarfrítíð. :D 

Vit fara somuleiðis at takka tykkum hjartaliga fyri hesi árini, ið vit hava verið lærarar hjá børnum tykkara. Tit eiga nøkur sera fitt, stuttlig, rokalig, vinalig, dugnalig børn, og vit fara at sakna tey.

Takk fyri gott samstarv, og blíðan byrð framyvir. 

Og so at enda: Í síðstu viku hugdu vit eftir jólaleikinum. Ein framúrskarandi framførsla av øllum næmingunum - halda vit. :D Tað verður skjótt møguleiki at keypa upptøkuna.

Vinaliga

Birna, Guðrun, Ása og Sigrid 

7/6 - 2019

Góðu foreldur

Vit hava bert ein vanligan skúladag í komandi viku vegna Hvítusunnufrítið og seturskúla. Umráðandi er, at tey, ið ikki hava goldið fyri seturskúlan, gera tað týsdagin. Peningurin verður nýttur at keypa inn fyri. Um nakað verður eftir, verður hetta nýtt til hugna seinastu skúladagarnar. :) Skúlin betalir fyri bussin og húsið.

Spæliliðið til í næsta ár er mannað. Tey, ið komu á Spæliliðið, eru: Jóhan, Brandur, Baldur, Andrias, Jógvan Andreas, Jónas S., Julia D., Sóley, Alma Bjørk og Kára. 

Spæliliðið spælir við næmingarnar í yngru flokkunum trý fríkorter um vikuna. Tey spæla við 1., 2. og 3. flokk. Vit býta tó Spæliliðið í helvt, og eru tey sostatt upptikin 1 - 2 fríkorter um vikuna - hetta skiftir.

Næmingarnir, ið høvdu latið flest lesikort inn og lisið flest dagar, vóru og bowlaðu í dag. Av tí at bowlinghøllin nú ikki letur upp fyrr enn kl. 12, bowlaðu tey í ítróttartímunum, heldur enn í føroyskt tímunum - tey hugnaðu sær tó állíkavæl. ;D

Minnist til at lesa kunningina niðanfyri um seturskúlan, hvat næmingarnir skulu hava við osfr.

Góða Hvítusunnu :)

Vinaliga

Toymið

31/5 - 2019

Góðu foreldur!

Vit fara í komandi viku at hava eina Føroya viku, har vit serliga leggja dent á at læra eitt sindur meiri um Eiði, har vit fara á seturskúla 12. - 14. juni.

Týsdagin fáa næmingarnir at vita, hvør teirra sleppur at manna tey 10 plássini á spæliliðinum komandi skúlaár. Nærum øll børnini bjóðaðu seg fram, og ynskja fegin at sleppa á spæliliðið. :)  

Mikudagin er grundlógardagur. Tá hava vit frí. 

Fríggjadagin fara teir næmingarnir, ið hava lisið flest dagar, og hava latið minst 20 lesikort inn, at bowla. :) 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

24/5 - 2019

Góðu foreldur

Vit hava aftur havt eina viku við nógvum øðrvísi og stuttligum døgum. :)

Næmingarnir hjá okkum, ið framførdu til várkonsertina týskvøldið, gjørdu hetta framúrskarandi. :D

Seinasti skúladagur hjá 9. flokki var sera undirhaldandi við skemti og kappingum, fótbóltsdysti millum 9.fl og lærararnar og nakað av vatnkríggi og bommkasting. :D

Næmingarnir hugnaðu sær somuleiðis óført til Rørslufagnaðin.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið 

16/5 - 2019

Góðu foreldur

Vit hava havt eina sera góða viku, har børnini hava havt høvi at arbeitt øðrvísi við støddfrøðini og eisini eru sloppin at hugna sær nógv úti í góða veðrinum. :D

Mánadagin í komandi viku selur 9. flokkur toast, og høvdu tey verið sera glað fyri stuðulin, um børn tykkara keypa toast frá teimum. :) 

Týsdagin verður várkonsert og vóna vit at síggja tykkum her tá. :D Framsýningin av lutum, ið næmingarnir hava gjørt í H/L, letur upp kl. 16.00. Konsertin verður kl. 18.00 - 19.00. Nærum øll børnini í 6. fl. framføra. 

Fríggjadagin er rørslufagnaður, har allir skúlarnir eru bodnir oman í Gundadal, og oman í býin til rørslu, undirhald, frukt og vatn. :) (Sí tíðindaskriv niðanfyri) Tá er umráðandi, at øll eru ílatin til at røra seg. Vit ganga oman í Gundadal um kl. 9.20.

Gott hevði verið, um tit kundu 'sent spælibólkin víðari' til tann næsta, um ikki liggur fyri hjá tykkum at hava hann til ásettu tíð. 

Gott langt vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

12/5 - 2019

Góðu foreldur!

Vit vilja kunna tykkum um, at Djóni og Jónas, ið fluttu til Danmarkar í fjør, nú eru fluttir heim aftur, og byrja aftur í okkara flokki í morgin. Hetta eru vit sera fegin um, og ynskja teimum at vera hjartaliga vælafturkomnar. :D

Støddfrøðivikan byrjar í morgin, og fara allir næmingarnir í 1.-8. flokk sostatt at hava støddfrøði í 3.-4. tíma allar dagarnar í vikuni - uttan fríggjadagin, tá ið vit hava frí. ;) . Næmingarnir eru býttir upp í 9 bólkar á 5-6 næmingar (sí niðanfyri), og bólkarnir verða settir saman við bólkum úr 4. og 5. flokki. :) Arbeitt verður í ymiskum verkstøðum.  

Vinaliga

Toymið :)

3/5 - 2019

Góðu foreldur

Páskirnar og landsroyndirnar eru nú farnar aftur um bak, og kunnu vit byrja uppá eina meira vanliga viku mánadagin. Hyggið endiliga saman við børnum tykkara eftir úrslitinum frá landsroyndunum.

Vit høvdu ein sera góðan dag hósdagin - bæði tey, ið vóru í Suðuroy, og tey, ið vóru í skúla. Bæði dreingja- og gentuliðið vann finaluna í Suðuroy, so tað var óført. :D

Seturskúlin verður 12. - 14. juni á Eiði. Vit gleða okkum. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Kunning um skúlafótbólt í Vági

26/4 - 2019

Góðu foreldur

Landsroyndirnar vera mán. - mik. í komandi viku (sí kunning niðanfyri), og vóna vit, at tit foreldur seta nakað av tíð av at hjálpa børnum tykkara at fyrireika seg til royndirnar. 

Ein háttur at fyrireika seg, er at fara inn á royndarlandsroyndirnar, ið tey hava gjørt í skúlanum, og saman hyggja eftir, um tað er eitthvørt, ið tey við hjálp kunnu læra, áðrenn royndirnar vera. Í mun til føroyskt liggur eisini eitt mállæru skjal inni á "Lærugreinar", "Føroyskt". Góðan arbeiðshug :D

Hósdagin 2. mai verður aftur farið til Suðuroyar at spæla fótbólt. Av tí at tað eru 2-3 lið úr hvørjum flokki í Løgmannabreyt (- 9.fl.), ið komu víðari, eru tað bert tey liðini, ið komu víðari, ið fara suður hesa ferð. Tey, ið verða eftir, fara sjálvsagt ikki at hava vanliga undirvísing hendan dagin. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

12/4 - 2019

Góðu foreldur

Landsroyndirnar verða 29. og 30. apríl og 1. mai. Tað er tí sera umráðandi, at næmingarnir í frítíðini lesa minst 20 min. hvønn dag, og at allir hava gjørt royndarlandsroyndina í støddfrøði og í N/T, og tvær í føroyskum. Sí skriv niðanfyri. 

Um onkur næmingur ikki fekk lesikort við heim í dag, kann hetta prentast út. Tað liggur á "Lærugreinar", "Føroyskt".

Vit vilja ynskja tykkum eina sera góða páskafrítíð. :D

Vinaliga

Toymið

Viðvíkjandi royndarlandsroyndunum:

Umráðandi er, at næmingar, ið ikki vóru í skúla til royndarlandsroyndirnar (ella ikki gjørdu royndina lidna - t.d. í N/T), gera hesar heima. Innlatingarfreistin er mánadagin 15. apríl. Næmingarnir skulu sostatt tá hava gjørt og latið inn:

- Eina roynd í støddfrøði (60 min.)

- Eina roynd í N/T (60 min.)

- Tvær royndir í føroyskum (lesifatan (45 min.) og staviførleiki (45 min.)) Triðju royndina í føroyskum (málførleiki) gera vit í skúlanum mikudagin 24. apríl.

At koma inn á royndirnar:

1) Far inn á: roynd.skulin.fo

2) Logga á

3) Trýst á ikonið Próvstovan, wiseflow

3) Vel hvørja roynd, tú skalt gera.

4) Ger royndina

5) Trýst á "Far til innlating" (ovarlaga í høgra horni)

6) Set flugubein í: "Ja, eg ynski at lata...."

7) Trýst á "Lat inn" 

Umráðandi er at halda seg innanfyri tíðina í ásett er. 

 

5/4 - 2019

Góðu foreldur

Vit høvdu ein sera góðan túr í Fuglafirði mikudagin. Myndir eru lagdar út. :D

Vit eru nú av álvara farin at fyrireika okkum til landsroyndirnar, ið verða 29/4, 30/4 og 1/5. Næmingarnir skulu til landsroynd í føroyskum, støddfrøði og N/T.

Á "Lærugreinar" - "Føroyskt" liggur eitt skjal við ymiskum, ið kann hjálpa til royndirnar í føroyskum. Vónandi kunnu tit hjálpa børnum tykkara at venja til royndirnar. Sigið okkum endiliga frá, um tit koma fram á eitthvørt, ið tey ikki duga, og tit ikki duga at læra tey. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

 

31/3 - 2019

Góðu foreldur

Mikudagin fara vit við bussinum til Fuglafjarðar at hyggja eftir sangleikinum Grease. Sýningin kostar 50 kr, ið næmingarnir skulu gjalda mánadagin. Skúlin betalir fyri bussin. Bussurin koyrir kl. 7.50 mikumorgunin, og mugu næmingarnir tí vera í skúlanum í seinasta lagi kl. 7.40. Vit eru heima aftur umleið kl. 13.15. :)

Vit eru farin í gongd við eina nýggja bók í donskum, og av tí at vit bert kunnu hava hana til páskafrítíðina, hava vit valt at hava danskt hósdagin eftir døgurða, heldur enn søgu og enskt.

Vinaliga

Toymið

22/3 - 2018

Góðu foreldur

Flestu spælibólkarnir eru komnir væl í gongd, so tað er sera gott. :D Nakrir bólkar hava bert verið eina ferð í spælibólk. Gott hevði verið, um gongd kom á har eisini. Spyrjið endiliga um at býta um, um tit ikki fáa havt bólkin júst nú. 

Vit høvdu ein góðan floksfund í morgun. Vit prátaðu um týdningin av at hugsa um, hvat vit siga við hvønn annan, og at 'Tað var bara fyri stuttleikar', ikki gevur einum loyvi at gera og siga, hvat sum helst. Tað skal vera stuttligt fyri báðar partar, og samstundis eru nøkur ting ikki í lagi - óansæð hvat. 

Tað eru eini 30 næmingar, ið gera heimaarbeiði hvønn dag - og tað er óført. Tað er ein gáva til børnini at tryggja, at tey møta upp fyrireikað. Skúladagurin verður so ómetaliga nógv lættari og betur hjá teimum tá.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

15/3 - 19

Góðu foreldur

Stóra takk til tykkum, ið bakaðu til hugnakvøldið hóskvøldið og morgunmatin fríggjamorgunin. :D Vit høvdu eitt sera hugnaligt og stuttligt kvøld við pitsa, spæli, dansi, fótbólti, hondbólti, stikkbólt, glas, filmi og øðrum. Pápi Marnu svav við dreingjunum og friður var í báðum legum klokkan 1.30. :D Móð eru vit øll, men væl nøgd. :) 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

8/3 - 2019

Góðu foreldur

Minnist til viðtalurnar í vikuni og í komandi viku. Hesar eru fyri tykkum, ið hava fingið eina tíð, ella hava biðið um eina tíð.

Hósdagin fara vit aftur at sova í skúlanum. :D Vit gera umleið sum seinast - sí kunning niðanfyri, hvat næmingarnir skulu hava við. :D

Grannakaffi verður fríggjadagin 15. mars kl. 14 - 17. Sí meira kunning á www.svl.fo forsíðuni. 

Mikudagin 3. apríl fara vit við bussi til Fuglafjarðar, har vit fara at hyggja eftir sangleikinum Grease. :D Sangleikabreytin á eNám framførir leikin, ið Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus hava vant saman við teimum. Skúlin rindar fyri bussin, men næmingarnir rinda sjálvir 50 kr. fyri sýningina. Tit fáa meiri kunning fríggjadagin 29. mars.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

Sova í skúlanum - umráðandi at lesa!!!

1. mars 2019

Góðu foreldur

Føstulávint er mánadagin, sí skriv niðanfyri. Vit eru sera spentar at síggja allar grýlurnar, og vóna at vit fáa ein góðan og stuttligan dag saman. :D Týsdagin hava næmingarnir frí. :)

Tað vóru nøkur, ið ikki fingu lesikort í dag. Lesikort liggja undir 'Lærugreinar', 'Føroyskt', so prentið endiliga eitt eintak út.

Vit fara at hava viðtalur í viku 10 og 11. Viðtalurnar hesa ferð vera fyri tey, ið ynskja at tosa við okkum, og tey, ið vit ynskja at tosa við. Tey, ið vit ynskja at tosa við, fáa eini sms - boð í dag (fríggjadag). Tey, ið ynskja at tosa við okkum senda kontakt - læraranum eini boð í seinasta lagi týsdagin 5. mars.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið 

22/2 - 2019

Góðu foreldur

Allir vinabólkarnir eru nú komnir í gongd. Stóra takk fyri gott samstav um trivnaðin hjá flokkinum. :D

Vit hava framvegis floksfund hvørja viku. Spyrjið endiliga inn til hetta hjá børnum tykkara. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið 

15/2 - 2019

Góðu foreldur

Vit hava havt eina góða viku við tykkara fittu børnum. :) Tey hava arbeitt væl og fingið nógv burtur úr. Vit høvdu eisini ein góðan floksfund mikudagin.

Næmingarnir hava ein stíl fyri í føroyskum til mikudagin. Hjálpið teimum endiliga við at rætta hann (saman við teimum) og við hugskotum, um tey ikki eru komin í gongd, ella hava trupult við at gera søguna nóg langa.

Fríggjadagin standa vit fyri morgunsanginum.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

8/2 - 2019

Góðu foreldur

Trivnaður:

Ein tann mest grundleggjandi tørvurin, ið vit menniskju hava, er tørvurin at hoyra til. Tá ið vit eru í einum felagskapi, har vit onkuntíð eru við og onkuntíð ikki, og vit ikki vita, hvat skal til fyri at vera inni í hitanum, gerast vit ótrygg. Tey, ið eru uttanfyri, klára illa at savna seg um annað enn at koma inn í hitan, og tey, ið eru inni, stríðast somuleiðis áhaldandi fyri at tryggja, at tey ikki brádliga rúka út. Ein roynd at tryggja hesum kann vera at vera eyka skrappur/skrøpp, frek/ur, stuttlig/ur, osfr.  

Í skúlanum við Løgmannabreyt meta vit tað at vera av alstórum týdningi, at næmingarnir trívast, og arbeiða vit tí áhaldandi fyri, at flokkurin skal vera ein góður felagskapur at vera partur av. Ein felagskapur har allir næmingarnir hava eina kenslu av, at teir hava eitt virði, at teir hoyra til og at teir eru ynsktir - hetta skapar tryggleika og frið í felagskapinum.

Um hetta arbeiðið skal eydnast, er tað tó avgerandi, at tit foreldur stuðla og hjálpa okkum við hesum, og ganga á odda við at vera rúmlig og umfevnandi, og somuleiðis umganga at skapa felagskapir í felagskapinum, har bert nøkur eru vælkomin. Vit síggja, at børnini eru eitt sindur býtt upp í mun til hvørji áhugamál tey hava osfr., og er hetta nátúrligt og eingin trupulleiki. Trupulleikin er, tá ið tað í einum bólki av børnum, ið øll fylgjast og hugna sær saman her í skúlanum, verður byrjað at velja og vraka. Onkuntíð er ein boðin við og onkuntíð ikki, alt eftir hvør tað er, ið bjóðar hesa ferð.

Vit hava í seinastuni upplivað, at fleiri næmingar hava kent seg valdar frá, útihýstar. Hetta gongur sera nógv út yvir trivnaðin í flokkinum - bæði hjá teimum, ið eru vald/ir og teimum, ið eru frávald/ir - tí hvat um tað nú eri eg, sum verði frávald/ur næstu ferð? Hóast talan er um tílíkt, ið fer fram í frítíðini, og óivað bert verður gjørt í gáloysni, hevur hetta eina sera keðiliga ávirkan á trivnaðin í flokkinum. Vit lærarar standa við keddu, ótryggu børnunum, ið eru so upptikin av at royna at hoyra til, at tað er trupult hjá teimum at hugsavna seg um tað, ið tey skulu læra í skúlanum.

Ótryggleiki í felagskapinum er besti gróðrarbotnurin fyri happing, og ynskja vit tí staðiliga at heita á tykkum foreldur, um at arbeiða saman við okkum um trivnaðin hjá øllum børnunum í flokkinum - tað gongur útyvir øll, tá tað ikki er ein tryggur, góður og rúmligur felagskapur, ið børnini eru ein partur av.

Vinaliga 

Toymið

1/2 - 2019

Góðu foreldur

Vit vilja kunna um, at Bjørg hevur flutt skúla. Vit vilja ynskja henni og familjuni alt tað allarbesta. :)

Nýggju vinabólkarnir eru komnir út, so nú er bara at fara í gongd. (Sí ymiskt) Hetta er seinastu ferð at vinabólkar vera, og vóna vit, at teir fara at ganga væl. Vónandi býta tit um, tá ið ikki liggur fyri hjá tykkum at hava hann, so bólkurin ikki steðgar upp. 

Vit høvdu ein góðan floksfund mikudagin, har prátað var um týdningin av at hugsa okkum um, hvat vit siga - serliga, tá ið vit eru ill ella ørkymlað. Somuleiðis prátaðu vit um, at tað at siga frá, at onkur hevur tørv á hjálp, ella sjálv/ur at biðja um hjálp, ikki er at slatra. Tað er freistandi hjá teimum, ið hava gjørt eitthvørt keðiligt, at fáa onnur at tiga um tað, við at nevna orðið 'slatra' - av tí at tað tímir eingin at gera. Um vit øll skulu hava tað gott í flokkinum, er tað umráðandi at vita, at tað ikki er at slatra at siga frá, men heldur at vera ein góður vinur. 

Vit hava annars havt eina deiliga viku í fantastiska kavaveðrinum. Børnini hava verið nógv úti og tvær ferðir hevur skúlin bjóða heitt kakao. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga Toymið

25/1 - 2019

Góðu foreldur

Lesivikan er nú liðug, og hevur tað verið stuttligt at sæð, hvussu óførir næmingarnir hava verið at lisið. :) Tey skulu vera liðug við bókina komandi fríggjadag, tá ið hon skal latast inn. Nøkur eru longu liðug.

Nýggju spælibólkarnir koma út mánadagin. Næmingarnir hava hesa ferð fingið loyvi at koma við ynskjum. Tey kundu tó ikki velja onkran, ið tey høvdu verið saman við tvær tær seinastu ferðirnar. Tað bar tó ikki til at umganga, at onkur, ið var saman seinast, aftur hesa ferð er saman.....men tá ið vit bara hava fitt børn í flokkinum, er hetta sjálvsagt ikki ein trupulleiki. :D Hetta eru seinastu spælibólkarnir í Skúlanum við Løgmannabreyt. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

18/1 - 2019

Góðu foreldur

Lesivika verður í komandi viku. Næmingarnir hava havt valið ímillum tvær bøkur: "Tey kalla meg bara Hugo" (Rakel Helmsdal) og Myndabókin (Laura Trenter). Tað eru umleið helvt um helvt hvør lesur hvørja. Lisið verður frá kl. 8.00 - 8.30. Umráðandi er, at næmingarnir eru her til tíðina.

Næmingarnir hava aftur fingið lesikort. Tað er bert tað, ið lisið verður heima, ið skal skrivast í lesikortið. Lesikortið verður latið inn fríggjadagin 25. jan. 

Næmingarnir fingu støddfrøði innlatingina aftur í dag.

Nýggir spælibólkar fara at koma nú. Gott hevði verið, um nakrir spælibólkar vórðu hildnir í komandi viku, áðrenn nýggju bólkarnir verða kunngjørdir. Ikki er neyðugt at hugsa um raðfylgjuna, men heldur bara, um til ber at hava spælibólkin, um tit ikki longu hava hildið hann. :) 

Í enskum - N/T - søgu, fara næmingarnir at verða býttir upp øðrvísi, tvs ikki eftir litunum, í eina tíð. Sí enskt.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

4/1 - 2019

Góðu næmingar og foreldur!

Hjartaliga vælafturkomin eftir eina vónandi sera góða jólafrítíð. Somuleiðis vilja vit ynskja tykkum eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað farna. :)

Vit eru nú spent at byrja aftur uppá eina meira vanliga undirvísing eftir at seinasti mánaðurin fyri tað mesta fór til jólaleikin. 18. des. vórðu øll óivað samd um, at hesir tímarnir vóru væl útgivnir. ;) Vit vóru í øllum førum sera glaðar fyri, hvussu væl alt eydnaðist, og hvussu ómetaliga væl tað gekk hjá øllum okkara dugnaligu næmingum. Tey vóru fantastisk. :D

Vit skulu nú ordiliga í gongd aftur, og er tað umráðandi, at næmingarnir møta upp væl upplagdir og væl fyrireikaðir til skúladagin, og hava alt tað við, ið teimum tørvar til tær ymisku lærugreinarnar.

Tað eru nakrir spælibólkar, ið ikki eru komnir runt. Tað er møguleiki fyri at hava ein ella tveir, áðrenn nýggju bólkarnir verða gjørdir. 

Vit síggjast :D

Vinaliga

Toymið

14/12 - 2018

Góðu foreldur

Vit hava havt eina øðrvísi viku við nógvari venjing og nógvum hugna. :D Næmingarnir hava verið ómetaliga fittir og tolnir, og sum tit fara at síggja týsdagin, hava teir eisini víst stórt dugnasemi. :D

Umráðandi er, at næmingarnir eru væl fyri mánadagin og týsdagin (í mun til svøvn ;D ) tí hesir bæðir dagarnir verða serliga krevjandi. :)

Mánadagin møta vit aftur í skúlanum kl. 14, so vit fáa vant uttan at verða órógvað av øðrum flokkum - og so vit fáa vant okkum við at tosa í 'mikrofon' (headset). Øll mugu vera við til hesa venjingina.

Umráðandi er, at øll venja nógv í vikuskiftinum. Øll hava leingi dugað alt, tey skulu siga, men er talan heldur um at venja seg at ikki tosa ov týtt, at hugsa um hvat man skal gera og hvar man skal hyggja, meðan man sigur tað. ;D

Raclip kemur at filma sjónleikin týsdagin, so vita tit tað. :)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga 

Toymið 

 

23/11 - 2018

Góðu foreldur

Vit høvdu eitt sera hugnaligt kvøld í gjárkvøldið, og alt gekk so sera væl. :D Vit ótu pitsur frá Pizza67, dansaðu til Just Dance, spældu Stratego, nøkur vóru við í fótbóltskapping, onnur spældu stikkbólt, borðspøl, bakaðu til 'Børn hjálpa børnum', osfr. Tá fótbóltskappingin var liðug, hugdu vit eftir einum stuttligum filmi saman, og fóru síðani at leggja okkum. :D Svøvnurin var ikki nógvur, men tað gekk stak væl at fáa frið. :) Í morgun nýttu vit ein góðan morgunmat saman. Stóra takk til tykkum, ið bakaðu bollar og kaku, og soleiðis vóru við til at gera tað enn hugnaligari hjá okkum. :)

Hjálpið endiliga børnum tykkara at venja til leikin. Tað gongur annars væl við venjingunum, børnini eru ómetaliga røsk og dugnalig. :D

Næmingarnir hava eins og vanligt nakað av heimaarbeiði. Tað er umráðandi, at tey ikki 'fara í jólafrítíð' longu nú. 

Fríggjadagin kl. 15 -17 verður tiltakið 'Børn hjálpa børnum' í skúlanum. Hesa ferð verður savnað inn til 'Beran', ið hjálpir børnum, ið hava mist foreldur ella systkin, og børnum, ið hava foreldur ella systkin, ið eru álvarsliga sjúk.Vónandi liggur fyri at koma ein túr framvið. Møguleiki verður at keypa sær ein drekkamunn, at keypa lutaseðlar og eisini at keypa eitthvørt, ið næmingarnir hava gjørt. :) 

Um onkur hevur hug, eru tey hjartaliga vælkomin at baka fleiri smákøkur, ið vit kunnu selja til tiltakið. :D

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

 

 

 

 

16/11 - 2018

Góðu foreldur

Vit eru nú rættiliga komin í gongd við sjónleikin, og nærum øll duga alt uttan at, ið sigast skal. :D Tað, ið er umráðandi nú, er at tey eisini venja, hvussu tey skulu siga tað, ið sigast skal. :)

Hóskvøldið fara vit at sova í skúlanum. :D Næmingarnir eru sera spentir uppá hetta - og tað eru vit eisini. Tað plagar at vera so sera hugnaligt. :) Tit fáa meira kunning mánadagin, um hvat hvør skal hava við, osfr.

Kunning um keyp av Mín jólabók sæst niðanfyri. 

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

Mín jólabók 2018

Børnini hava fingið ein bíleggingarseðil til Mín jólabók 2018.

Eisini ber til at bíleggja á heimasíðuni: https://www.strok.fo/

2/11 - 2018

Góðu foreldur

Næmingarnir hava frí mikudagin, av tí at allir lærararir skulu á eina ráðstevnu, ið Mentamálaráðið skipar fyri.

Allir næmingarnir hava nú fingið hvør sítt leikrit. Hyggið endiliga saman við teimum eftir hesum, og hjálpið teimum at læra seg sína(r) 'replikk(ir)'. :D Tey eru sera spent at byrja at venja, men vit byrja ikki fyrr enn týsdagin 13. nov. Og talan verður sjálvsagt ikki um, at vit fara at venja hvønn tíma frá tá av....eins og fleiri ynskja. :D

Hesa vikuna, tá tey vóru spurd, hevði ein stórur partur av næmingunum ikki gjørt skúlating - tað er harmiligt. Tað er motiverandi fyri flestu næmingar, um tit umframt at spyrja barnið um skúlatingini eru gjørd, eisini spyrja um at síggja/hoyra uppgávuna. Á henda hátt fáa tit eisini ein ábending um tykkara barn megnar sjálvt at standa við ábyrgdini fyri heimaarbeiðinum, ella hevur tørv á hjálp.  

Næmingarnir fara frá viku 46 ikki at vera býtt upp eftir litum, tá ið tey hava enskt, N/T, søgu, dansk og ítrótt, men heldur eftir hvørjum leiki, tey eru partur av. Hetta fyri at umganga at órógva undirvísingina meiri enn neyðugt. 

Uppbýtingin frá viku 46 verður:

Lið 1: Ariel, Brave, Aladdin og eitt frásøgufólk (Bartal Páll)

Lið 2: Rapunzel, Vaiana og tvey frásøgufólk (Baldur og Páll)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

26/10 - 2018

Góðu foreldur

Mikudagin vóru um helvtin av næmingunum í Suðuroy til fótbóltskapping í Marghøllini. Eisini svumu tey í Pálshøll. Hetta var ein sera góður, stuttligur og hugnaligur dagur. Eisini vóru fótbólts úrslitini góð. :D

Tey, ið ikki vóru í Suðuroy, høvdu ein øðrvísi, hugnaligan og góðan dag her í skúlanum. :D

Týsdagin fáa næmingarnir at vita, hvønn leiklut tey skulu hava í sjónleikinum. Næmingarnir hava sjálvir fingið loyvi at velja, um teir vilja siga nógv, miðal, lítíð ella einki. Onkran hava vit tó megna at yvirtala til at siga eitt sindur meira. :D 

Næmingarnir fáa síðani eisini leikritið til leikin, ið tey eru partur av. Tey fáa so tvær vikur at venja sínar 'replikkir' heima. Tað hevði verið sera, sera gott, um tit kundu hjálpt teimum við hesum. Serliga teimum, ið skulu siga nógv. 

Byrjað verður so at venja saman her í skúlanum í viku 46. :)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

21/10 - 2018

Góðu foreldur

Vónandi hava tit havt eina frálíka heystfrítíð. :) Vit høvdu nakrar sera, sera góðar dagar beint áðrenn heystfrítíðina, tá ið vit høvdu evnisviku um 'Burðardygd'. Næmingarnir vóru óførir at lurta, at arbeiða, at 'framleiða', og at hugna sær. :) Nakrar myndir eru lagdar út, aðrar koma. :) Vit vóru eisini glað fyri vitjan, nú Jónas og Djóni vóru og vitjaðu í eina góða viku. :D 

Vit eru nú klár at byrja aftur. Vit gleða okkum til hendan partin av árinum, nú vit spakuliga fara at byrja uppá fyrstu fyrireikingarnar til leikin til jólahaldið. :D Leikritið er nøkunlunda liðugt, og næmingarnir fara nú at verða spurdir um, hvørt teir ynskja at siga nógv, miðal, lítið ella einki í leikinum. Øll fara á ein ella annan hátt at vera við. Eggið endiliga barni tykkara til at veruliga taka lut. :D Talan verður síðani um 1-2 vikur, har næmingarnir venja seg sína 'replikk/ sínar replikkir' heima. Tað hevði verið sera gott, um tit kundu hjálpt við hesum. :D 

Vit fara sjálvandi framvegis at hava vanliga undirvísing, (og minnist til at fáa tey at lesa hvønn dag) men um miðjan november fara vit inn ímillum at taka nøkur burturfrá at venja uppá skift.  

Vit gleða okkum :D

Vinaliga

Toymið

5/10 2018

Góðu foreldur

Vit eru sera glað at hava fingið vitjan. :D Jónas og Djóni, ið búgva í Danmark í eina tíð, hava longst illa eftir floksfeløgunum (og lærarunum ;D ) og eru komnir at vitja okkum. :D Teir vera eisini við til evnisvikuna í næstu viku. :D

Næmingarnir fingu eitt langt lesikort við heim í dag. Hetta er at nýta í evnisvikuni, heystfrítíni og vikuna eftir heystfrítíðina. Hjálpið teimum endiliga at minnast at lesa og at skriva í lesikortið. :)

Eftir umbøn á viðtalum verður blankt lesikort lagt á 'Lærugreinar', 'Føroyskt', ið tit kunnu prenta út, um barn tykkara missir lesikortið burtur. Eisini verður lesikortið til komandi 3 vikurnar lagt har. :)

Støddfrøði innlating er týsdagin. 

Komandi vika er evnisvika. Vit arbeiða við evninum 'Burðardygd'. Umráðandi er, at næmingarnir ikki síggja hetta sum eina 'fríviku'....tí so verða teir skuffaðir. Vit fara at arbeiða við ymiskum bókligum, men fara so eisini at gera ymiskt eitt sindur øðrvísi. Vit fara t.d. at vitja umhvørvisstovuna og fara eisini mikudagin út til Nólsoyar. Næmingarnir møta á Bursatanga kl. 7.40.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

 

 

28/9 - 2018

Góðu foreldur

Takk fyri góðar viðtalur í farnu viku. :) Tað eru enn nøkur, ið ikki hava verið til viðtalu. Hesi hava fingið eina tíð hósdagin 4. okt. 

Minnið endiliga børnini á at skriva í lesikortið.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

21/9 - 2018

Góðu foreldur

Minnist til viðtalurnar! Yvirlit liggur niðanfyri. :) 

Næmingarnir vórðu í dag kunnaðir um, at vit ikki longur læna/læna út súkklur. Tað eru bert tey, ið eiga súkklurnar, ið skulu nýta tær í skúlatíðini. Súkklurnar skulu somuleiðis bert nýtast á ásettu støðunum, og tey skulu sjálvsagt í hjálm. :)

Virðisdagur verður hósdagin 27. sept. Toymið er um flokkin, og vit fylgja ikki vanligu tímatalvuni. Boð koma út, um næmingarnir skulu hava eitthvørt við til hendan dagin. Matpakkin skal so altíð við. ;) 

Spælibólkarnir eru í gongd hjá teimum flestu. Stóra takk fyri tað. :)  Minnist til at býta um við onkran annan í bólkinum, tá ið ikki liggur fyri at hava bólkin ásettu tíðina. :) 

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

14/9 - 2018

Góðu foreldur

Takk fyri ein sera góðan og gevandi fund týskvøldið. :)

Fundarfrásøgn:

Føroyskt: Tað er umráðandi at tryggja, at næmingarnir hava lisið, tá ið vit arbeiða við einari bók. Tey fáa ikki farið í gongd við at arbeiða, eins og hini, um tey ikki hava lisið. Vit halda fram við lesikortinum. Endamálið er at gera tað sjónligt fyri næmingum, foreldrum og okkum, hvussu støðan er, og vónandi geva eitt skump rætta vegin. Tað hevur veruliga gjørt mun fyri fleiri.

Støddfrøði: Tað er umráðandi, at næmingarnir hava øll amboðini, ið tey skulu nýta. Vinkulmátara, passara og roknimaskinu. (TI-30)

Trivnaður: 

Spælibólkarnir halda fram í ár afturat. Stóra takk fyri. :) 

Føðingardagar: Haldið endiliga fram við at bjóða í føðingardag. Eitt stórt íkast til at fremja trivna í flokkinum.

Vit ætla aftur at fara at sova í skúlanum.

Vit hava floksfund 2-4 ferðir um mánaðin. Floksprát og hugni.

Næmingarnir hjá okkum skulu framføra jólaleikin í ár. Jólahaldið verður 18. des. 

Vit fara á seturskúla tvær nætur í juni. 

Prát í bólki

- Semja var um, at børn í 6. flokki, fara í song millum kl. 21.00-21.30.

- Semja var um, at lærararnir senda foreldrunum eini sms-boð, um barn teirra bannar ella niðurger onnur. (Hetta var út frá nøkrum dømum um sera ljótan málburð, ið vit regluliga hoyra í flokkinum.) 

Flokskontan

Foreldur gjalda 100 kr inn á eina flokskontu, ið Annika (mamma Petur) stendur fyri. 

Kontunummar: 6460 - 1707592 

Foreldraráð

 Annika Juul (Petur), Jens Andrias Vinther (Sóley), Anna Gray (Leon), Elin Jacobsen (Pætur), Beinta Wilhelm Fossabrúgv (Bjørg) og Kristbjørg Brøðraberg (Marna).

____________________________

Næmingarnir eru byrjaðir at spæla eitt spæl, har teir nýta eina 5 krónu. Vit kenna ikki reglarnar, men síggja, at dreingirnar ganga við sárum á knúgvunum. Vit hava avgjørt, at hetta spælið ikki skal spælast í skúlanum.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

7/9 - 2018

Góðu foreldur 

Eins og tit óivað hava hoyrt alt um, høvdu børnini ein frálíkan túr við Westward Ho og fingu nógvan fisk. :D Vit fara at leggja myndir út, tá vit fáa tær frá teimum ymsu myndafólkunum. :D

Fríggjadagin hava vit morgunsangin, og tá fara vit at siga eitt sindur frá túrinum. :)

Tað er deiligt at hoyra frá børnunum, at spælibólkarnir eru farnir í gongd. 

Vit síggjast annars týsdagin. Vit hava sett tveir tímar av til fundin, men tað kann væl vera, at vit verða liðug fyrr. 

Skrá til foreldrafundin:

Vælkomin

Kunning um lærugreinar

Val av foreldraumboðum

Prát í bólkum um ymisk viðkomandi viðurskifti í mun til børn í 6. flokki

Gott vikuskifti :)

Vinaliga Toymið

 

 

 

 

 

Fiskitúrur við Westward Ho (gul og grøn)

Gul og grøn hava frí frá vanligari undirvísing mikudagin, av tí at tey fara at fiska við Westward Ho. :D

Loyst verður frá landi kl. 12.45 og lagt verður at aftur um kl. 17.00.

Næmingarnir skulu vera í góðum, heitum klæðum og regnklæðum, um neyðugt. Eisini er umráðandi at vera í stivlum ella hóskandi skóm. Umráðandi er somuleiðis at hava ein góðan matpakka og okkurt at drekka við (og at taka sjóverktablett ein tíma áðrenn, um tað er neyðugt.).

Tráður eru umborð, men um onkur ynskir at hava tráðu við, ber hetta til. Tað verður tó bert loyvt at nýta 12 tráður samstundis, av tí at talan er um eina kapping.

Foreldur eru vælkomin at koma við. Sigið frá sum skjótast á tlf. 280315, um onkur hevur møguleika og hug at koma við. :) 

Tað eru Rani Skaalum (280349) og Guðrun Jacobsen (280348), ið fara við at fiska mikudagin. Pápin hjá Mariu H. og pápin hjá Juliu J. koma eisini við.

Fylgið endiliga við inni á heimasíðuni, um túrurin verður útsettur vegna veður. Hesa kunning fáa vit í seinasta lagi kvøldið fyri. Um fiskitúrurin verður útsettur, møta næmingarnir í skúla sum vanligt.

Sí meira kunning niðanfyri.

Vinaliga

Toymið

Fiskitúrur við Westward Ho (reyð og blá)

Reyð og blá hava frí frá vanligari undirvísing týsdagin, av tí at tey fara at fiska við Westward Ho. :D

Loyst verður frá landi kl. 12.45 og lagt verður at aftur um kl. 17.00.

Næmingarnir skulu vera í góðum, heitum klæðum og regnklæðum, um neyðugt. Eisini er umráðandi at vera í stivlum ella hóskandi skóm. Umráðandi er somuleiðis at hava ein góðan matpakka og okkurt at drekka við (og at taka sjóverktablett ein tíma áðrenn, um tað er neyðugt.).

Tráður eru umborð, men um onkur ynskir at hava tráðu við, ber hetta til. Tað verður tó bert loyvt at nýta 12 tráður samstundis, av tí at talan er um eina kapping.

Foreldur eru vælkomin at koma við. Sigið frá sum skjótast á tlf. 280315, um onkur hevur møguleika og hug at koma við. :) 

Tað er Rani Skaalum (280349), ið fer við at fiska týsdagin. Abbi Róar og pápi Marnu koma eisini við. :) 

Fylgið endiliga við inni á heimasíðuni, um túrurin verður útsettur vegna veður. Hesa kunning fáa vit í seinasta lagi kvøldið fyri. Um fiskitúrurin verður útsettur, møta næmingarnir í skúla sum vanligt.

Sí meiri kunning niðanfyri.

Vinaliga

Toymið

31/8 - 2018

Góðu foreldur

Allir 6. flokkur í Tórshavnar Kommunu fáa tilboð um at vera við í eini fiskikapping. Vit hava sjálvsagt tikið av, og farið verður við Westward Ho týsdagin (reyð og blá) og mikudagin (gul og grøn) í komandi viku. :D Tit fáa nærri kunning um klokkutíðir, tá ið vit vita meira. (Sí eisini kunning frá Tórshavnar kommunu niðanfyri.) 

Umráðandi er at síggja túrin meiri eins og ein góðan, hugnaligan túr við flokkinum, heldur enn eina kapping. Tað er jú nærum bert veðrið, ið avger, hvussu væl fiskiskapurin fer at ganga. :D

Vit minna aftur á, at felags foreldrafundurin verður 11. sept. kl. 19 - 21.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

24/8 - 2018

Góðu foreldur

Felags foreldrafundurin verður týskvøldið 11. sept. kl. 19 - 21. Skráin kemur seinni. 

Nýggju vinabólkarnir eru lagdir út. Sí ymiskt. :D 

Vit hava havt ein tilburð av lús. Vinaliga kembið barni tykkara, áðrenn tað kemur í skúla mánadagin. Eisini hóast tað ongantíð hevur havt lús. ;)

Tað eru fleiri næmingar, ið súkkla í skúlagarðinum uttan hjálm, eisini hóast tey hava hjálm við. Vinaliga prátið við barn tykkara um hetta. Um tey ikki hava hjálm við, ella ikki vilja nýta hann, kunnu tey heldur ikki hava súkklu við. Somu reglur eru galdandi fyri rennihjól, rulluskoytur og líknandi. 

Vit viðmæla at tekna hald til Strok blaðið. Tað kann gerast á heimasíðuni: https://www.strok.fo/

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

17/8 - 2018

Góðu foreldur

Eins og tit møguliga hava frætt, hava vit fingið nakrar nýggjar lærarar inn í flokkin. Eyðólv Dimon hevur føroyskt saman við Sigrid og Rani Skaalum hevur N/T við okkara fittu næmingum í ár. Frank Jacobsen hevur ítrótt við teimum, saman við Boga, Birnu og Guðrun. Louisa Johnsdóttir hevur tey í heimkunnleika. Annars eru tað vit fýra, Ása, Guðrun, Birna og Sigrid, ið hava flokkin fyri tað mesta. ;)

Spælibólkar verða aftur í ár. Bólkarnir koma út í næstu viku. :)

Vit vilja so bara minna á týdningin av góðum svøvni, morgunmati, matpakka, at røttu bøkurnar eru við, osfr. bæði til frama fyri trivna og læring. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

15/8 - 2018

Góðu foreldur

Vónandi hava tit havt eina sera góða summarfrítíð. :) Vit eru glaðar at sleppa at halda fram inni hjá tykkara børnum og eru spentar at byrja aftur. :D Nakrar broytingar eru í mun til tímatalvu og lærarar, men flokslærararnir eru teir somu. Tit frætta nærri seinni. :)

Næmingarnir skulu hava tasku við fyrsta skúladag, av tí at tey fáa bøkur við heim hendan dagin. Vit savna eisini aftur 100 kr inn til hefti, mappur og hugna.

Vinaliga

Toymið :)

 

15/6 - 2018

Góðu foreldur   

Summarfrítíðin nærkast og verður komandi vikan eitt sindur øðrvísi enn aðrar vikur. Vit fara at hugna okkum eitt sindur meiri enn vanligt ;) - fara túrar, spæla spøl, síggja onkran film og ætla eisini at fara á pizza67. :D Tað kostar 90 kr fyri hvønn - við ísi. Vit nýta avlopið frá innsavningini við skúlaársbyrjan og frá seturskúlanum. Næmingarnir skulu tí bert gjalda 30 kr hvør. :D

Næmingarnir skulu hvønn dag í komandi vikuni (ikki hósdagin) hava ein lítlan ryggsekk við, við matpakka og onkrum at drekka. Hetta ger tað lættari, um vit velja at fara ein túr. :)

Fríggjadagin verður felagsgongutúrurin fyri allan skúlan. Næmingarnir skulu bert hava ein lítlan ryggsekk við, har tey hava ein góðan matpakka (okkurt lítið leskiligt kann vera í) og okkurt at drekka (Ikki sodavatn). 

Hóast vikan verður øðrvísi, er umráðandi at næmingarnir lesa heima hvønn dag. Harumframt skal enska 'workbook' og 'Eg skrivi' gerast lidnar heima. (Sí vikuætlanina fyri undantøk.)  

Ikki allir spælibólkarnir eru komnir á mál. Roynið at fáa teir seinastu 'avgreiddar'. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið 

8/6 - 2018   

Góðu foreldur

So eru vit júst afturkomin frá einum framúr góðum seturskúla. :D Alt gekk so ómetaliga væl og børnini hugnaðu sær óført (og lærararnir). :D

Myndir eru lagdar út. :D

Vit høvdu sera gott veður og nýttu at ganga túr, spæla, svimja, vitja kirkjuna, sparka fótbólt, spæla borðspøl, gera døgurða, rokast í Bylgjuni og mangt annað. :D Stóra takk til tykkum, ið bakaðu bollar og kakur, og soleiðis vóru við til at gera túrin enn betur. :)

Tit eiga sera fitt børn og vit gleða okkum longu at fara á seturskúla aftur í næsta ár. :D 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

1/6 - 2018

Góðu foreldur

Hesa vikuna hava vit havt Føroyaviku. Vit hava arbeitt við at læra oyggjarnar, hví vit halda Føroyar vera eitt spennandi ferðamál hjá útlendingum, hvar vit eru ættað, og mangt annað. 

Mánadagin er trivnaðardagur, og tá fara vit at ganga ein túr til Hvítanes við 1. flokki, ið er okkara vinarflokkur. :D Næmingarnir mugu vera ílatnir eftir veðrinum, og annars hava ein ryggsekk við matpakka (okkurt lítið leskiligt kann vera í) og onkrum at drekka (ikki sodavatn). Tað hevði verið stuttligt, um onkur hevði spann, glúp o.t. við. :D Um onkur hevur okkurt við, mugu tey sjálvi bera tað aftur og fram. :) 

Týsdagin er grundlógardagur og vit hava frí. :)

Mikudagin skulu reyð og blá lata søguna inn, ið tey byrjaðu uppá í skúlanum fríggjadagin. Tey fingu um 50 min at skriva, og tey flestu fingu skrivað rættiliga nógv. Søgan er send til t.post bústaðin hjá einum av foreldrunum. Søgan skal skrivast liðug heima og latast inn mikudagin 6. juni. :) Tað er umráðandi, at tit foreldur eru við til at vegleiða og hjálpa barni tykkara við søguni. :) Søgan skal vera umleið eina telduskrivaða síðu. (Times New Roman, skrift stødd 12 og 1,5 glopp)

Hósdagin fara vit á seturskúla. Lesið endiliga kunnandi brævið niðanfyri. Har stendur eisini, hvat barn tykkara skal hava við, bæði til ferðina og til morgunmatin dagin eftir. :) 

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

25/5-2018

Góðu foreldur

Tað eru upprættaðir brúkarar til allar næmingar á office 365. Enn eru tó nøkur, ið ikki fáa hetta at virka. Vinarliga roynið heima og send læraranum boð, um tykkara barn ikki sleppur inn á sín office brúkara. Videovegleiðingar eru at finna á: http://snar.fo/office365/

Gul og grøn hava arbeitt við at skriva søgu í føroyskum hesa vikuna. Freistin at lata inn søguna er mikudagin 30/5. Søgan skal vera millum 150 - 300 orð. Fyri at gera søguna so góða sum til ber, skulu tey lesa søguna ígjøgnum 2-3 ferðir, gjarna saman við einum vaksnum, og rætta/broyta har tað er neyðugt. Tey avgera sjálvi, um tey skriva við hond ella teldu. Tey sum skriva við teldu, skulu senda søguna til teldubústað: birna.gaard@skulin.fo.  

Hjálp til at skriva søgu - sí leinkjur niðanfyri. 

 

18/5-2018

Góðu foreldur

Vit høvdu eitt sera hugnaligt og stuttligt kvøld hóskvøldið. :D Vit ótu pitsa, spældu stratego uttandura, høvdu eina fótbóltskapping, og sóu ein góðan film. Tey, ið ikki tímdu at sparka, ella at hyggja í film hugnaðu sær eisini óført, bæði úti á vøllinum, í høllini, og í miðhøllini við ymsum borðspølum. Vit byrjaðu at gera klárt at sova kl. 11, men tey fyrstu sovnaðu um kl. 00.30...haldi ikki, at vit fara at nevna, nær tey seinastu sovnaðu. ;D

Stóra takk til øll tykkum, sum bakaðu bollar og køkur, og soleiðis vóru við til at eisini gera morgunin og dagin í dag so hugnaligan, hóast møðina. :D 

Heilsufrøðingurin er væl ávegis við einstaklingasamrøðunum, har sjón, hædd og vekt eisini verða kannað. Næmingarnir fáa hvør sín seðil við heim við kunningini.

Føroyskt: Næmingarnir hava fingið eitt pappír (lesikort) við heim, ið teir skulu skriva í hvørja ferð teir hava lisið. Pappírið kann liggja í bókini sum eitt bókamerki. Pappírið skal latast inn týsdagin 5. juni, og fáa næmingarnir tá eitt nýtt 'lesikort'. Tey, ið ikki fingu lesikortið í dag, skriva á eitt pappír heima, hvussu nógv tey lesa, teir dagarnar tey lesa. Tað vil siga, hvussu nógvar síður verða lisnar og hvussu nógv tíð verður nýtt. 

Tað er týsdagin, at næmingarnir í 5. flokki sleppa at fara í Klubb 188. :D Eggið teimum endiliga at fara ein túr oman. :)

Vit hava frí mánadagin vegna hvítusunnu. 

Gott langt vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

10/5 - 2108

Góðu foreldur

Takk fyri eina sera góða og hugnaliga løtu til várkonsertina. Sum tit eiga fitt og ófør børn. :D

Hósdagin fara vit at sova í skúlanum. :D Sí bræv niðanfyri. :D 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

Sova í skúlanum - umráðandi at lesa!!!

4/5 - 2018

Góðu foreldur

Næmingarnir prátaðu aftur hesa vikuna við nýggju donsku 'vinirnar', ið tey hava hitt ígjøgnum arbeiðið við 'Nordlinjen'. Tað gekk sera væl. :D

Mánadagin verður várkonsert og framsýning av ymiskum lutum, ið næmingarnir hava gjørt í H/L. Vónandi hava tit høvi at koma ein túr framvið. Tiltakið er frá kl. 16 - 20, men sjálv konsertin byrjar kl. 18 og er liðug kl. 19. :) Minnið endiliga børn tykkara á at taka lutirnar, ið tey skulu sýna fram, við mánadagin, um tey enn hava teir liggjandi har heima.

Minnist til at senda boð til kontakt læraran hjá barni tykkara, tá ið tað ikki kemur í skúla vegna sjúku ella annað.

9. flokkur selur aftur toast og saft mánadagin. Toast 15 kr. Saft 5 kr.  

Vit hava frí hósdagin, tá Krisit himmalsfarardagur er. Vit hava somuleiðis frí fríggjadagin.

Vit hava fingið eitt bræv frá Klubb 188. Sí brævið niðanfyri.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

26/4 - 2018

Góðu foreldur

Vit hava fingið ein nýggjan næming í flokkin. :D Hon eitur Alma Bjørk, og vilja vit bjóða henni at vera hjartaliga vælkomin. :D

Vit vóru og bowlaðu í dag. Nøkur hava tað sera trupult við at ikki vinna ;) men annars gekk alt sera væl og børnini hugnaðu sær óført. :D

Enskt: Umráðandi er, at næmingarnir lesa fyri einum, ið dugir enskt, allar tríggjar ferðirnar, tá ið lisið verður heima. Um enskt er sera trupult hjá barni tykkara, lesið so heldur helvtina 5-6 ferðir enn alt 3 ferðir.

Føroyskt: Minnið børn tykkara á at lesa hvønn dag í minst 20 min. Eins og vit hava hoyrt í tíðindunum seinastu dagarnar, lesa føroysk børn alt ov lítið. Hjálpið barni tykkara at klára seg væl í skúlanum við at tryggja, at tey lesa heima hvønn dag. Helst meira enn teir 20 minuttirnar. 

Gott langt vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

 

20/4 - 2018

Góðu foreldur

Til morgunsangin í morgun varð kunnað um, hvat peningurin, ið vit savnaðu inn til fátøk í Kenja, varð nýttur til. Tað vóru fleiri sera fátækar familjur, ið fingu hjálp til húsaleigu og mat. Ung, ið fingu hjálp til at kunna sleppa í skúla (high-school). Tvær ungar gentur fingu eina seymimaskinu, ið tær nú kunnu nýta at gera ymiskt fyri fólk og á tann hátt vinna sær pening. Á nýggja dreingjaheiminum fingu allir dreingirnir 'seingjarklæðir' við okkara stuðuli. Eisini fara øll børnini á barnaheiminum (107 børn) at sleppa at svimja og fáa eina máltíð har (chips, pylsur og sodavatn). Hetta er púra óvanligt fyri hesi børn, og ein stór uppliving. :D

Tað gongur tann rætt vegin við málburðinum í flokkinum. Stóra takk fyri, at tit arbeiða saman við okkum fyri at skapa betri trivna í flokkinum. :)

Vit hava aftur lús!!! Vinaliga kembið børnum tykkara, áðrenn tey koma í skúla mánadagin - eisini tey, ið ongantíð hava havt lús. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

13/4 - 2018

Góðu foreldur

Vit høvdu ein sera góðan túr í Norðurlandahúsinum týsdagin, har søgan hjá Edwardi Fuglø um vitapassaran Poetikus, varð søgd við orðum, tónleiki og myndum. Føroya Symfoniorkestur spældi. :D  

Hósdagin hugnaðu børnini sær óført við at dansa hip-hop saman. Myndir eru lagdar út. :D

Gott hevði verið, um tit kundu tosað við børn tykkara um málburð. Um trivnaður skal vera, er umráðandi, at vit øll tosa vinaliga við hvør annan. Tað eru tíbetur tey flestu børnini, ið velja at tosa saman og siga sína hugsan, uttan at nýta ljótan málburð. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

6/4 - 2018

Góðu foreldur

Stuttligt hevur verið at sæð, hvussu dugnalig børn tykkara eru at gera filmsbrot, tosa danskt og mangt annað, hesa tíðina, ið tey hava arbeitt við Nordlinjen. Biðið tey endiliga vísa tykkum. :D

Í komandi viku er nógv á skránni. Týsdagin fara vit í Norðurlandahúsið til Poetikus. Hósdagin fáa vit vitjan av dansarum, ið fara at hava eina dansiverkstovu við okkum. :D 

Mikudagin hava næmingarnir nógv heimaarbeiði. Hjálpið teimum endiliga at ikki goyma alt til týskvøldið. :)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

2/2 - 2018

Góðu foreldur

Vit eru nú klár at byrja aftur, eftir eina vónandi sera góða og hugnaliga páskafrítíð. :D

Vit vilja byrja við at koma inn á eitt evni, ið vit prátaðu við fleiri tykkara um til viðtalurnar. Talan er um skermnýtslu. Vit prátaðu við fleiri foreldur, ið eru ørkymlað um nógvu skermtíðina hjá barni sínum. Børnini hava tí fatan, at øll hini hava óavmarkaða skermnýtslu, og seta so foreldur síni undir trýst við sera nógv nýtta setninginum: 'Jamen, øll hini sleppa'.

Fleiri foreldur eftirlýstu einari felagsavtalu í flokkinum. Eitt sera gott hugskot, ið vit sum skúli tó ikki halda vera rætt, at vit 'blanda okkum uppí'.

Tó kunnu vit koma við vegleiðingum út frá kanningum, ið eru gjørdar av amerikanskum barnalæknum, og eru alment viðurkendar. Hesar siga, at børn í mesta lagi skulu vera tveir tímar á skermi um dagin. Hetta er íroknað telefon, Ipad, sjónvarp, teldu, playstation, osfr. Somuleiðis vísa kanningarnar á týdningin av at ikki vera á skermi í minsta lagi 2 tímar áðrenn songartíð, av tí at hetta órógvar svøvnin sera nógv.

Vit kunnu sum lærarar eisini nevna, at tað er sera sjónligt hjá nógvum børnum, at tey eru ov nógv og ov seint á skermi. Tey orka ikki at vera við í undirvísingini, alt er eitt sindur keðiligt (í mun til spenningin á skerminum), hugsavningarevnini eru skerd, og hugurin at leypa heim eftir skúlatíð hevur ongantíð verið størri. Eisini eru tað fleiri og fleiri næmingar, ið ongum eru saman við eftir skúlatíð - burtursæð yvir netið, og har verður tíverri ikki altíð farið so væl við hvør øðrum. 

Vit vilja ynskja tykkum alt tað besta við hesum sera týdningarmiklu avgerðum barni tykkara at gagni. :)

Vinaliga

Toymið :)

Gleðiligar páskir

Eftir eina hendingaríka viku vilja vit ynskja tykkum øllum eitt gott vikuskifti og einar gleðiligar páskir. Vit síggjast aftur týsmorgun 3. apríl.

Vinaliga 

Toymið 

 

23. mars 2018

16/3 - 2018

Góðu foreldur

Morgunsangurin í morgun gekk sera væl. Næmingarnir greiddu væl frá Nakuru í Kenja og sungu væl við á swahili og enskum. :D Vit kunngjørdu somuleiðis, hvussu nógv vit megnaðu at savna inn: 21.797 kr. :D Stóra takk fyri tykkara íkast. Tit eiga ófør børn. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga Toymið

Uppskot til forrit og appir í samband við filmsgerð

Góðu næmingar og foreldur

Komandi tíðina fara vit undir eina spennandi verkætlan, Nordlinien, sum er eitt málsligt og tvørmentanarligt samstarv millum fólkaskúlar í Íslandi, Føroyum og Danmark og læraralesandi úr Grønlandi.
Síðsta vikuskiftið vóru vit á skeið í Reykjavík, har vit hittust við lærarum úr áður nevndu londum. Okkara samstarvsskúli í ár er Skibet skole, sum liggur við Vejle í Jyllandi. 
Evni í verkætlanini er "heim" og næmingarnir skulu m.a. gera ein film, har tey lýsa sítt heim. Tað kann vera Føroyar, Hoyvík, Skúlin við Løgmannabreyt og um tey ynskja tað, teirra egna heim/kamar. Vit fara eisini at gera eina felags vinarbók og royna at syngja saman. Talan er um tríggjar heilar eventdagar, sum verða tann 5. og 6. apríl og aftur 3. mai. Tá skulu tey hittast on-line og práta saman.

Mánadagin 11. mars fingu næmingarnir eitt bræv heim við, har tit kunnu lesa meira um verkætlanina. Brævið er eisini lagt út her á boðklivan.

Vit vóna at tit taka væl ímóti verkætlanini, og vilja heita á tykkum um at útfylla skemaðið á síðu 2 og geva okkum tað aftur í seinasta lagi hósdagin 15. mars.
Umframt at næmingarnir sleppa at royna seg á digitala økinum, er verkætlanin eisini ein góður møguleiki hjá næmingunum at royna seg á donskum, bæði munnliga og skrivliga.

Vit vænta og vóna at næmingar, bæði í SVL og Skibet skole, fara á fáa nógv burturúr eventdøgunum og samstarvinum sum heild.

Blíðar heilsanir

Ása og Birna

Bræv til foreldur viðvíkjandi Nordlinjen 2018

9/3 - 2018

Góðu foreldur!

Stóra takk fyri lán av toastarum aftur hesa ferð. :) Børnini vóru sera røsk og arbeiddu hart, og vit fingu enn eina ferð nógvan pening inn. Næsta fríggjadag, tá ið vit hava morgunsang, fara vit at kunngera, hvussu nógv vit megnaðu at savna. :D

Nøkur børn hava ynskt at eisini savna pening inn á annan hátt enn at selja toast, t.d. við at samla fløskur, bjóða seg at arbeiða fyri onkran, osfr. :) Peningurin, ið verður savnaður inn á hendan hátt, má vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. mars. 

Vit vilja eisini fegnar takka foreldraráðnum fyri, at tey hava viljað skipað fyri eini veitslu fyri flokkin. :D

Vit takka eisini fyri góðar og gevandi viðtalur. 

Týsdagin skulu næstan allir næmingarnir til tannlækna. Tey, ið ikki skulu, eru tey, ið longu hava boyla ella eru í gongd við útgreining hjá sertannlækna.

Týs., miku. og hósdagin eru støddfrøðidagar. Hetta vil siga, at næmingarnir í 3. - 4. tíma fara at vitja ymisk støddfrøði verkstøð. Hesi verkstøð vera ymsa staðni runt í skúlanum. 

Fríggjadagin standa vit fyri morgunsanginum. Vit fara at greiða frá um Nakuru í Kenja. :D

Birna og Sigrid eru burtur á skeið týs. og mikudagin. 

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

2/3 - 2018

Góðu foreldur

Stóra takk fyri lán av øllum toastarunum hósdagin. :) Alt gekk ómetaliga væl. Børnini hjá tykkum vóru ófør og vit fingu nógvan pening inn. :D Tað vóru tey reyðu og gulu, ið arbeiddu hesa ferð. Komandi hósdag verða tað tey bláu og grønu. Vónandi sleppa vit at læna toastararnar eina ferð enn. :D Vit selja aftur toast hósdagin. Tá selja vit ikki sunkist, men hava fingið muffins frá Damfar at selja.

Um næmingar savna inn pening sjálvir á annan hátt - samla fløskur, bjóða seg at gera okkurt arbeiði fyri onkran, osfr. skal hesin peningur verða latin í seinasta lagi fríggjadagin 9. mars. :D 

Viðtalur vera hesa vikuna týs., miku, hós. og fríggjadagin. (Sí niðanfyri) Minnist til at kunna okkum um tað, um tit býta um við onkran. :)

Fríggjadagin fer helvtin av flokkinum at vitja Listasavnið. Vikuna eftir fer hin helvtin. 

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið 

Góðu næmingar og foreldur! 

Hósdagin 1. mars og hósdagin 8. mars fer 5. flokkur at selja toast og kakao í matarsteðginum. Talan er um rugbreyðs toastar. (Møguleiki er at fáa toast uttan ost og eisini er møguleiki at fáa gluten-frían toast.)

Ein toastur kostar 10 kr. Eitt kakao sunkist kostar 5 kr. (Næmingarnir kunnu í mesta lagi keypa eitt sunkist.)

Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til at hjálpa børnum og ungum, ið eru knýtt at barnaheiminum og skúlunum hjá NLAI (New Life Africa International) í Nakuru í Kenja. 

Vit takka hjartaliga:

Mylnuni, ið stuðlar við rugbreyði

Miklagarði, ið stuðlar við skinku og osti.

MBM, ið stuðlar við kakao sunkistum. (Til sølu 1. mars)

Damfar, ið stuðlar við lítlum muffins. (Til sølu 8. mars)

25/2 - 2018

Góðu foreldur 

Endurskinskappingin endar mikudagin, so vit eru spent at hoyra, um tað eru vit, ið vinna túrin í bowlinghøllina. :D

Kenja: Fyri trimum árum síðani fór eg (Sigrid) til Kenja at vitja beiggja mín, ið saman við familjuni var farin at arbeiða á einum barnaheimi (skúli er eisini knýttur at) í Nakuru í 3 mðr. Saman við flokkinum, ið eg var flokslærari hjá tá, fóru vit í gongd við at savna pening inn, sum eg so kundi taka við mær, tá ið eg fór. Vit, saman við øllum skúlanum, savnaðu yvir 30.000 kr inn, og var hetta alt nýtt at hjálpa við. Nakað av peninginum var t.d. nýttur at keypa 4 seymimaskinur og tilfar, til fýra ung, ið gingu á seymiskúlanum. Vit hesum maskinum, kundu tey seyma fyri fólk og á hendan hátt vinna sær og familjuni nakað av peningi. Tey vóru ovurfegin og sera rørd yvir hesa hjálp. Vit nýttu nakað av peninginum til at nøkur av børnunum sluppu at svimja fyri fyrstu ferð. Aftaná fingu tey ís. :D Og mangt, mangt annað.

Selja toast: Í ár er høvi aftur at hjálpa í Kenja, nú beiggi mín er farin aftur til Kenja í 1 mánaða. Tað er hesu ferð næmingarnir í 5. flokki, ið eru so hepnir at sleppa at standa fyri innsavningini. :D Vit fara aftur hesa ferð at selja toast, og verður tað longu nú hósdagin. Tað hevði verið ein ómetaliga stór hjálp, um vit kundu lænt 'toastarar' frá tykkum, ið eiga toastarar. (Setið endiliga navn á.)

Næmingarnir frætta meiri um hetta mánamorgunin. :D

Vinaliga

Toymið :)

 

 

9/2 - 2018

Góðu foreldur

Fastalávint er mánadagin og gleða vit okkum at síggja øll børnini grýluklødd. :D Týsdagin er frídagur. Sí skriv niðanfyri. 

Nýggir spælibólkar eru gjørdir. Bólkarnir eru at síggja undir 'Ymiskt'.

Endurskinskappingin heldur áfram fram til og við 28. febr. so minnið endiliga børn tykkara á at hava endurskin á hvønn morgun - eisini um tey verða koyrd í skúla. Vit vilja fegin sleppa at bowla. :D

Gott vikuskifti :D

Vinaliga 

Toymið

 

Endurskinskapping

Góðu tit øll

Enn er myrkt um morgunin, tá ið vit møta í skúlanum. Tí fara vit at hava eina endurskinskapping frá 5. februar til og við 28. februar. Næmingar og lærarar fáa 1 endurskin í part mánamorgunin 5. februar í skúlanum.
Lærarar telja hvønn morgun, hvussu nógv hava endurskin á sær, tá tey koma í skúla.

Flokkurin har flest næmingar koma í skúla við endurskin á sær, vinnur ein túr at bowla (1 tíma) í bowlinghølluni.


Vinarliga
Leiðslan

Lús

Vit hava fingið óynskta vitjan í flokkin. Heitt verður á øll foreldur at kemba børnunum væl, og um neyðugt at viðgera.

Sí annars leinki:

http://gigni.fo/index.asp?pID={E272885A-DD45-4BAD-AED2-9E3BBC423AC6}

 29. januar 2018

19/1 - 18

Góðu foreldur

Gott var at síggja, at fleiri næmingar vóru fyrireikaðir hesa vikuna og høvdu síni ting við. :D Takk fyri hjálpina. ;)

Lesivika verður í komandi viku. Umráðandi er, at øll hava eina góða bók í taskuni, tá ið tey koma í skúla. Um so er, at tey hava gloymt at funnið sær eina bók, verða tey noydd at møta fyrr (t.d. kl. 7.40), fyri at tryggja, at tey klára at læna sær bók, áðrenn kl. 8.00. 

At næmingarnir fara at lesa serliga nógv hesa vikuna, ávirkar ikki, hvussu nógv bókaummæli, tey skulu skriva. Tey skulu framvegis gera eitt til hvørja 'Innlating'.

Gott vikuskifti. :D

Vinaliga

Toymið

 

 

12/1 - 2018

Góðu foreldur

Vit vilja minna á, at tað er sera umráðandi, at næmingarnir møta upp fyrireikaðir og at teir hava alt tað við, ið teir skulu brúka. Tað órógvar í løtuni undirvísingina sera nógv, at tað eru fleiri, ið ikki gera heimaarbeiði, og ikki hava bøkur og hefti við.

Tað er nú seinasti møguleiki at hava vinabólk í verandi bólki. :D Nýggir bólkar koma út í næstum. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

15/12 - 2017

Góðu foreldur

Vit hava aftur havt eina góða og hugnaliga viku við bæði vanligari undirvísing og jólahugna. :)

Vit høvdu floksfund hósmorgunin og fingu vit har eitt álvarsamt prát, um týdningin av at hugsa okkum um, hvat vit siga hvør við annan. Tað er tíverri vorðið vanligt, at næmingar siga hvør við annan: 'Fá tær eitt lív', 'Fá tær vinir', 'Tú hevur brúk fyri hjálp', 'Eingin dámar teg', o.a. Hetta verður sum heild sagt í skemti, men verður so eisini nýtt, tá ið onkur er keddur ella irriteraður. Vit hava fleiri ferðir uppliva, at næmingar hava verið sera keddir um, at onkur hevur sagt okkurt sovorið - eisini hóast  ætlanin var at skemta.

Vit fingu eitt gott prát um hetta, og fingu næmingarnir at vita, at hetta skal steðga nú. Gott hevði verið, um tit eisini prátaðu við barn tykkara um hetta, so vit í felag kunnu fáa hetta at steðga beinan vegin. Takk fyri :)

Vit hava frí fyrr enn vanligt í komandi viku. Sí brævið niðanfyri, ið tit fingu fyri eini tíð síðani.

Jólahaldið verður týsdagin kl. 16.00. :D Listin yvir hvør skal hava hvat við, liggur á Facebook. :) Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til eina hugnaliga løtu í miðhøllini og inni í flokkinum. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

8/12 - 2017

Góðu næmingar og foreldur

Vit hava havt eina sera góða og hugnaliga viku. :) Vit hava havt vanligar tímar, men hava eisini havt tímar, har vit hava gjørt jólaprýði, sungi jólasangir og hugt eftir jólafilmi. :D

Í øllum hugnanum í desember er umráðandi at minna á, at vit eru ikki enn farin í jólafrí. ;D Tað vil siga, at enn ynskja vit, at næmingarnir møta fyrireikaðir til undirvísingina. :) Somuleiðis hevði tað verið sera gott, og somuleiðis stuttligari fyri børn tykkara, um tit hjálptu teimum at læra 'Tit trúføstu, komið' uttanat, ið tey skulu syngja til jólahaldið. 

Minnið endiliga børn tykkara á at lata seg í eftir veðrinum. :D (Ein posi við eykaklæðum hevði verið sera góður at havt hangandi í skápinum.)

Foreldraráðið: Børn tykkara hava fingið eitt bræv heim við, við frágreiðing um tykkara leiklut í mun til jólahaldið. :)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

3/12 - 2017

Góðu foreldur og næmingar

Vinaflokkar

Hósdagin hittu vit vinaflokkinum. :D Rørandi var at síggja, hvussu fittir okkara næmingar vóru við sín floksvin í 1. flokki, so sera ábyrgdarfull eisini. :D 

Í menniskjum góður tokki

Fríggjadagin høvdu vit eisini ein sera hugnaligan dag, har vit gjørdu jólaprýði, prýddu flokshølið, umframt at vit gjørdu klárt til 'Í menniskjum góður tokki'. :)

Stóra takk til øll tey, ið:

  • gjørdu sær ómak at gera ymiskt at selja til tiltakið
  • høvdu bakað heima
  • bjóðaðu seg at arbeiða/selja
  • seldu lutaðseðlar
  • bóru borðini inn aftur eftir tiltakið
  • osfr. :D

Vinaliga

Toymið :)

24/11 - 17

Góðu foreldur

5. flokkur stóð fyri morgunsanginum í morgun, og hetta gekk sera væl. Tey sungu væl fyri, leiddu bønina og lósu síðani upp um London, ið var býurin, ið vit skuldu leggja fram um. :)

Fríggjadagin gera vit jólaprýði og eisini eitthvørt, ið vit kunnu selja til tiltakið 'Í menniskjum góður tokki', ið verður fríggjadagin 1. des. kl. 15.00 - 17.00. Vónandi eru tað fleiri, ið fáa komið til hetta tiltak. :D

Vanlig undirvísing verður sostatt ikki fríggjadagin, og fara gul+reyð tí at hava tveir tímar enskt mikudagin og blá+grøn at hava tveir tímar N/T mikudagin. (Tey plaga at hava ein tíma av hvørjum.)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

 

 

3/11 - 2017

Góðu foreldur

Eins og vit hava kunnað um, verður eingin skúlagongd mikudagin 8. nov., av tí at lærararnir skulu á ráðstevnu.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

27/10 - 2017

Góðu foreldur

Takk fyri góðar og gevandi viðtalur. :) 

Frídagur:

Í november skipa Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Lærararnir í skúlanum við Løgmannabreyt skulu møta mikudagin 8. november, og hava næmingarnir í skúlanum við Løgmannabreyt tí frí ráðstevnudagin.

Evnisdagur:

Mánadagin verður evnisdagur um virðisgrundarlagið. Vit byrja dagin við einum felagsmorgunmati - sí yvirlit omanfyri, um hvør skal hava hvat við.

Vit fara hendan dagin at arbeiða við virðunum: Menning, virðing og yrkisføri. Toymið er um flokkin hendan dagin, og vit fylgja sostatt ikki vanligu tímatalvuni. 

Lesiroyndir:

Allir næmingarnir hava nú verið til lesiroynd. Royndirnar verða rættaðar av Sernám, og vóna vit at fáa úrslitini aftur í január. Tit hoyra, um hvussu gekst til seinnu viðtaluna. Eins og vit mintu á til viðtalurnar, er umráðandi, at lesingin verður sædd sum ein fastur partur av degnum hjá barni tykkara. 

Vit skulu eisini minna á, at lesimappurnar eru at rokna sum ein innlating. Tað er sostatt sera týdningarmikið, at næmingarnir gera sær ómak og lata inn til tíðina hvørja ferð. Ein samandráttur skal vera skrivaður til hvørja innlating.

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

20/10 - 2017

Góðu foreldur

Tíðin er nú komin at hava viðtalur. Viðtalur verða mán-, týs-, mik- og hósdag. Sí yvirlitini niðanfyri. Minnist til at geva boð, um tit býta um tíðir. 

Myndatøka verður hósdagin. Sí skriv niðanfyri. Hesa ferð er neyðugt at gera eina bankaflyting og sostatt gjalda fyri myndirnar áðrenn. Seðilin har váttað verður, at tit hava flutt peningin skal latast inn í seinasta lagi týsdagin.

Striltið gongur í onkrum vinabólki. Minnist til at býta um, um ikki liggur fyri at hava bólkin. :)

Minnist til at geva barni tykkara eyka klæðir at hava í skápinum, um tey vanliga halda til á vøllinum. Tey gerast ofta sera vát.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

14/10 - 2017

Góðu foreldur

Evnisvikan "SVL samfelagið" eydnaðist sera væl og eftir eina væluppiborna heystfrítíð byrja vit aftur mándagin 16/10 kl. 8:00.Tá bjóða vit eisini Jón, ið er nýggur næmingur, vælkomnum í flokkin og til Skúlan við Løgmannabreyt. :)

Næmingasamrøðurnar halda fram hesa vikuna. Viðtalur vera í viku 43, tit frætta nærri.

Eins og fastar innlatingar eru í støddfrøði, fara vit eisini at hava fastar innlatingar av lesimappuni. Hvørja ferð lesimappurnar verða latnar inn, skal í minsta lagi eitt bókaummæli vera skrivað. Hósdagin 19. okt. lata vit lesimappuna inn, og skal í minsta lagi eitt bókaummæli vera skrivað tá. Tað vera 2 - 5 vikur ímillum, at lesimappurnar verða latnar inn. Tær standa í vikuætlanini longu nú.

Gott vikuskifti víðari :)

Vinaliga 

Toymið

29/9 - 2017

Góðu foreldur

Vit hava í dag verið á Vísindavøku. :D Sí myndir. Vit høvdu ein sera góðan, áhugaverdan og stuttligan túr. Tá ið vit komu niðan aftur í skúlan, ótu vit matpakka og hugdu eftir Zootropolis. Ein sera góður og hugnaligur dagur. :D

Mánadagin byrjar evnisvikan. Næmingarnir møta inni í flokkinum og fara síðani til arbeiðis á teirra ymisku arbeiðsplássum. :D Vanlig fríkorter verða ikki, og matpakkin verður etin á arbeiðsplássinum.

Telefonirnar verða ikki savnaðar inn hesa vikuna, av tí at lærararnir eru úti á ymisku arbeiðsplássunum, og tað kann vera eitt sindur ymiskt, nær næmingarnir eru lidnir. Telefonirnar verða tí antin liggjandi heima ella goymdar í skápinum. :)

Minnið børn tykkara á at lesa heima hvønn dag - eisini tá ið evnisvika og heystfrítíð er. (Minst 5 dagar um vikuna.)

Vit eru byrjaðar at gera næmingasamrøður. Hesar halda áfram eftir heystfrítíðina. :)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

22/9 - 2017 

Góðu foreldur

Hvør næmingur hevur fingið nýggjasta STROK blaðið ókeypis. Tit kunnu tekna hald á heimasíðuni www.strok.fo G.G. at nýggja haldaraskipanin ger, at øll eru haldarar, til tey siga haldið frá sær aftur.

Vit mæla øllum til at tekna hald. :)

Mikudagin hittu vit á fyrsta sinni vinaflokki okkara, næmingunum í 1. flokki. :D Vit hittust í høllini, har næmingarnir fyrst heilsaðu uppá hvør annan, og síðani spældu ymisk spøl saman, har floksvinirnir fylgdust. Tað gekk sera væl og stuttligt var at síggja, hvussu fittir og umhugsnir okkara næmingar vóru við tey smáu. :)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga Toymið

15/9 - 2017

Góðu foreldur!

Í dag var rennidagur og næmingarnir í 5 fl. runnu og gingu 522 km samanlagt - í miðal er tað 13,7 km. :D

Tey sovna uttan iva væl í kvøld. :)

Mikudagin hittast vinaflokkarnir 1. og 5. flokkur. :D Nærri kunning sæst undir 'Ymiskt'. 

Næsta fríggjadag, tann 22. september, fáa allir flokkar frí kl. 11:20, vegna ráðleggingardag.

Gongd er nú komið á flestu spælibólkarnar. Takk fyri tykkara stóra íkast at stuðla undir trivnaðinum í flokkinum. :)

Gott hevði verið, um øll kembaðu børnunum í vikuskiftinum, at tryggja, at trupulleikin eru burtur í komandi viku. ;)

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

9/9 - 2017

Góðu foreldur!

Takk fyri ein sera góðan og gevandi fund. :D

Heimaarbeiði: Sum tit síggja á vikuætlanini, hava vit roynt at lurta og gjørt tillagingar (minni heimaarbeiði), í vón um, at øll so hava orkuna, ið skal til, at lesa hvønn dag í 20 min. (minst 5 dagar um vikuna) og gera tað, ið annars stendur á vikuætlanini. 

Støddfrøði: Støðuroyndir verða gjørdar við jøvnum millumbilum.

Føroyskt: Lesiroyndir verða gjørdar til og við 5. flokk. Hesar verða gjørdar í nov. og í mai-juni. Úrslitini fáa tit til foreldraviðtalurnar. 

Ymiskt: Í komandi viku fara vit at taka ymiskt upp við næmingarnar, ið kom fram á foreldrafundinum. (Viðmerkingar til matpakkar, mynda- og videoupptøkur av hvørjum øðrum, ið møguliga verða lagdar út, osfr.)

Flokskontan: Avtalað var, at foreldur flyta 100 kr. um árið fyri hvørt barnið. Pengarnir fara til tiltøk hjá flokkinum, sum foreldraráðið og flokstoymið avgera.

Gjaldið fyri skúlaárið 2017/2018 skal flytast á kontunummar 6460-1707592. Gott hevði verið, um tit høvdu kunnað goldið áðrenn septembur er farin aftur um. Viðmerk navn og eftirnavn á barninum, tá ið goldið verður.

Foreldraráðið: Vit vilja síðani takka undanfarna foreldraráði fyri árið 2016-17 :D Og somuleiðis takka teimum, ið nú traðka til skúlaárið 2017-18. :D

Foreldraumboð

Vónbjørt - Julia D.

Eyðrit - Halla

Ann - Julia J.

Anja - Ragnhild

Hans Albert - Andrias

Óli - Maria L.

 

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

 

1/9 - 2017

Góðu foreldur!

Vit gleða okkum at síggja tykkum til felags foreldrafundin, ið verður hóskvøldið 7. sept. kl. 19 - 21.

Gott hevði verið, um øll møttu. :)

 

Skrá til foreldrafundin:

- Vælkomin

- Ymiskt praktiskt 

- Trivnaður

- Val av foreldraráðið

- Samskifti um viðkomandi evni 

 

Eyka klæðir:

Gott hevði verið, um næmingarnir høvdu ein posa við eyka klæðum í skápinum. Tað kemur ofta fyri, at tey eru ígjøgnum eftir eitt fríkorter, av tí at tey vilja út at spæla, hóast tað regnar. Tey fingu tann eina dagin loyvi at fara heim at skifta, men mistu vit tá 30 min. av tímanum. :)

 

Spælibólkar:

Nýggir spælibólkar eru gjørdir. Teir liggja undir 'Ymiskt'.

 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Kunningarskriv frá Tórshavnar kommunu

25/8 - 2017

Góðu foreldur

Minnist til at binda allar tær nýggju bøkurnar, ið næmingarnir hava fingið, inn. 

Vina/spælibólkarnir eru ávegis. ;)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

18/8 - 2017

Góðu foreldur

Vit eru nú komin rættiliga í gongd, og er tað deiligt at aftur vera saman við børnum tykkara og síggja tey arbeiða so hugagóð saman. :)

Í mun til tímatalvuna: Í N/T eru tveir lærarar, Høgni Olsen og Katrina Nattestad. Høgni hevur tey tveir tímar týsdag og tveir tímar fríggjadag, og Katrina hevur tey tveir tímar mikudag. Í ár vera grøn og blá saman og reyð og gul, har helvtin hevur N/T og hin helvtin hevur enskt. Tvs:

- Reyð og gul hava tveir tímar enskt týsdag og ein tíma enskt mikudag + ein tíma N/T mikudag og tveir tímar N/T fríggjadag.

- Grøn og blá hava ein tíma enskt mikudag og tveir tímar enskt fríggjadag + tveir tímar N/T týsdag og ein tíma N/T mikudag.

(Vit gera soleiðis í 4 vikur og so býta vit um.)

Eins og áður nevnt, hevur flokkurin hósdag í 5.-6. tíma støddfrøði maka viku og kristni ómaka viku.

Vit minna aftur á felagsforeldrafundin, ið verður 7. sept. kl. 19.00 - 21.00. Skráin kemur seinni.

Vit fara aftur í ár at hava vinabólkar. Hesir koma út í komandi viku.

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

Boð frá tannlækna

Hesi børnini skulu møta til tannlækna. Tey fyrstu 6 kl. 8:45.

Kaj, Natan, Karin, Róar, Halla, Ingi, Jógvan J., Petur, Bartal, Knud, David, Maria L., Oddvá, Rógvi, Jónas S., Djóni, Leon, Brandur og Julia D.

Mikudag 16. aug. 2017

13/8 - 2017

Góðu næmingar og foreldur :D

Hjartaliga vælafturkomin eftir eina langa og vónandi sera góða summarfrítíð. :D Vit byrja aftur mikudagin 16. aug. kl.10. Mikudagin fáa vit bert tímatalvuna og heilsa uppá hvør annan. Vit verða sostatt í skúla í umleið ein tíma. 

Hósdagin er vanlig skúlagongd. Tímatalvan liggur á heimasíðuni - broytingar kunnu koma fyri.

G.G. hósdagar 5+6 tíma hava vit støddfrøði maka viku og kristni ómaka viku.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur. :D

Vit fara aftur í ár at biðja um 100 kr, ið vit nýta til hefti, mappur, o.a. til børn tykkara. :)

Felagsforeldrafundur verður 7. sept. kl. 19.00 - 21.00. Skráin kemur seinni.

Vinaliga toymið :)

 

Felagsspøl og hugni í sólini :)

28/4 - 2017

Góðu foreldur

Landsroyndirnar hjá 4. flokki verða týsdagin og mikudagin. Gott hevði verið, um tit kundu hjálpt teimum at fyrireika seg til hesar.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

21/4 - 2017

Góðu foreldur

Vit hava nú fingið at vita, nær landsroyndirnar verða. :) 

Landsroyndin 2017 í 4.flokki:

2.mai 2017

Føroyskt
08:15-09:00 Lesifatan
09:00-09:30 steðgur
09:30-10:15 staviførleiki

3.mai 2017

08:15-09:00 støddfrøði
09:30-10:15 Náttúra og tøkni

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

17/4 - 2017

Góðu næmingar og foreldur

Vónandi hava tit øll havt eina sera góða páskafrítíð. :D

Um onkur enn ikki hevur gjørt eftirmetingina av støddfrøðivikuni, er umráðandi at fáa hesa gjørda sum skjótast. Hon verður gjørd inni á: https://goo.gl/forms/Oy7AKHq7iCaBD3Ti1 

Vit byrja vikuna við eini vitjan frá Recoil Performance Group. :) Tað mesta av týsdegnum fer við tí.

Vh

Toymið :)

7/4 - 2017

Góðu næmingar og foreldur 

Tykkum verður ynskt eina góða páska frítíð og einar gleðiligar páskir. :D 

Gott hevði verið, um næmingarnir minnast til at lesa í frítíðini.

Umráðandi er eisini, at allir næmingarnir fara inn á: https://goo.gl/forms/Oy7AKHq7iCaBD3Ti1 , áðrenn vit byrja aftur eftir páskafrítíðina, har tey gera eina eftirmeting av støddfrøðivikuni. :)

Vit síggjast týsdagin 18. apríl kl. 7.55 - glað og væl hvíld. ;D 

Vinaliga

Toymið

 

31/3 - 2017

Góðu foreldur

Mánadagin fara vit á konsert hjá Symfoniorkestrinum og Eivør. :D

Mikudagin til fríggjadagin verður støddfrøðivika, og allir næmingarnir hava valt seg inn á hvør sítt verkstað. Mikudagin eru øll á sínum verkstaði, men hósdagin og fríggjadagin verður møguleiki at vitja onnur verkstøð. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

 

25/3-17

Góðu foreldur

Komandi tvær vikurnar fara Guðrið Geirsdóttir Eystberg og Bára Krossteig Hansen læraralesandi at vera í starvsvenjing í 4. flokki og taka sær av undirvísingini í føroyskum og støddfrøði. Tær vóru og eygleiddu í viku 11 og fríggjadagin stóðu tær fyri undirvísingini í føroyskum. Næmingarnir hava sostatt longu hitt tær, og vórðu tey sera glað at fáa eitt sindur av broyting í gerandisdagin. ;D 

Framhaldandi gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

17/3 - 2017

Góðu foreldur

Minnist til viðtalurnar í komandi viku, ið eru fyri teimum, ið ynsktu at hitta okkum og teimum, ið vit ynsktu at hitta.

Vit gjørdu nakrar royndarlandsroyndir í vikuni. Minnist endiliga til at fara inn á www.svar.fo saman við barni tykkara, so tit kunnu hyggja eftir úrslitinum, og út frá møguligum trupulleikum, síggja, hvussu tit best fáa hjálpt barni tykkara. 

Minnist til at fáa barn tykkara at lesa minst 5 dagar um vikuna í 20 min. Hetta er ein sera góð íløga.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

10/3 - 2017

Góðu foreldur

Vit fara at hava viðtalur í viku 12. Viðtalurnar hesa ferð vera fyri tey, ið ynskja at tosa við okkum, og tey, ið vit ynskja at tosa við. Tey, ið vit ynskja at tosa við, fáa eini sms - boð í dag (fríggjadag). Tey, ið ynskja at tosa við okkum senda kontakt - læraranum eini boð í seinasta lagi týsdagin 14. mars.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

4/3 - 2017

Góðu foreldur

Kunning:

Føstulávint

Vit høvdu ein sera hugnaligan og stuttligan dag mánadagin. :D Halla og Petur vórðu kattakongar og Djóni varð valdur til ársins grýlu í 4. flokki. :D

Enskt og N/T

Næmingarnir fara nú at hava tveir tímar enskt antin mánadag ella týsdag, heldur enn ein tíma báðar dagarnar. Tvs. at mánadagin hava Grøn og Reyð enskt 3.-4.t og Gul og Blá hava N/T 3.-4.t. Týsdagin hava Grøn og Reyð N/T 3.-4.t og Gul og Blá hava enskt 3.-4.t. Harumframt hava øll N/T 1. ella 2. tíma mánadag, tá ið hin helvtin hevur søgu.

Framførsla

6. flokkur hevur arbeitt tvørgreinaliga við evninum Narnia og hava havt eina framførslu fyri familjum sínum fríggjakvøldið. Mánamorgunin kl. 9.15 sleppa vit at njóta framførsluna, umframt at vitja flokshøli, ið er umskapt til ein Narnia heima.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

24/2 - 2017

Góðu foreldur

Mánadagin er føstulávint, og tá møta allir næmingarnir vónandi grýluklæddir. :D Vit skulu vera í skúlanum í seinasta lagi kl. 8.30. Vit eru liðug at hugna okkum umleið kl. 11.30. Sí skriv niðanfyri!

Týsdagin hava vit frí. :D

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

 

19/2 - 2017

Góðu foreldur

Vit høvdu ein sera hugnaligan dag hósdagin, tá ið flokkurin var til sjónleik úti á læraraskúlanum. Sjónleikurin var bæði stuttligur og spennandi, og næmingarnir hugnaðu sær óført. :D

Fríggjadagin 24. feb. hava vit ráðleggingardag. Næmingarnir fáa frí kl. 11.20. :)

Nú er bert ein vika eftir at finna útav, hvat vit ynskja at vera á føstulávint. :D Týsdagin í næstu viku (28.feb.) er frídagur.

Vinaliga

Toymið

10/2 - 2017 

Góðu foreldur   

Vit høvdu verið sera fegnar, um tit hjálptu børnum tykkara at minnast til at gera heimaarbeiði og somuleiðis at hava síni ting við. :) 

Hósdagin fara vit til sjónleik á læraraskúlanum. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

 

27/1 - 2017

Góðu foreldur

Hósdagin hittu næmingarnir á fyrsta sinni sínum floksvini í 8. flokki. Næmingarnir hittust í ítróttarhøllini, har tey heilsaðu hvør uppá annan, spældu ymisk spøl, kappaðust og maseraðu hvør øðrum. :D Bæði næmingarnir í 4. og í 8. flokki, hildu hetta vera eina sera hugnaliga og stuttliga løtu. :D Tey fara at hitta vinaflokkin aftur skjótt. Tey fara t.d. at kvøða saman. :) Undir 'Ymiskt' er møguleiki at síggja, hvør er floksvinur hjá tykkara barni. :) (Myndir fara at koma á heimasíðuna.)

Venjið endiliga Ormin Langa heima, ið er kvæðið, ið skúlin hevur valt, at vit skulu læra okkum í ár. :) Mánadagin koma tveir ungir mans frá Dansifelagnum í Havn at leggja okkum lag á. :) 

Undanlandsroyndirnar verða týsdagin og mikudagin. Royndirnar vera inni í flokshølinum hjá 6. flokki, ið eisini skal til undanlandsroynd. Tá ið vit eru til roynd, er 6. flokkur inni í okkara flokshøli. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Undanlandsroyndir

Í døgunum 31. januar- 2. februar 2017 verða undanlandsroyndir í 4. og 6. flokki. Hesar royndir eru ætlaðar næmingum, so teir kunnu venja seg við at vera til talgilda roynd. Royndirnar eru talgildar, og ikki er møguligt hjá næmingunum at royna talgildar royndir heima frammanundan. Næmingarnir fáa lesifatanina í prentaðum líki.

Hinvegin ber til at venja gamlar pappírsroyndir. Til ber at finna royndir her: http://snar.fo/folkaskuli/adrar-sidur/skuli-og-undirvising/provtoekur-og-royndir/landsroynd/foeroyskt/foeroyskt-2013/ . Skúlin viðmælir, at tit royna nakrar heima, so næmingurin fær eina fatan av, hvørjir spurningar kunnu koma fyri. Tað er eisini altíð eitt hugskot at venja høvuðsstaðir, fløgg, fuglar, fiskar og vanligastu blómurnar.

Royndarhaldið verður í hølunum hjá 4. flokki. Meðan 4. flokkur er í roynd, er 6. flokkur í teirra flokshølum. Næmingar og lærarar fáa nærri boð, tá royndarhølið er klárt.

Undanlandsroyndirnar verða skipaðar á henda hátt:

Landsroyndin 2017
4. flokkur
6. flokkur


Týsdagur  31. januar 2017


 Føroyskt

 08:30 – 09:15   Lesifatan 4

 09:15 – 09:45   Steðgur

 09:45 – 10:30   Staviførleiki 4

 

1.februar  2017

 08:30 – 09:15   Støddfrøði 4

 09.15 - 09.45    Steðgur

 09:45 – 10:30   Náttúra og tøkni 4
 

 

 

3/2 - 2017

Góðu foreldur

Lesivikan byrjar mánadagin. :) Vit lesa hesa ferð frá kl. 9.00 - 9.30. Tað er umráðandi, at næmingarnir hava eina bók klára, tá ið lesiløtan byrjar. Hóast lisið verður í skúlanum ein hálvan tíma um dagin, skulu næmingarnir eisini lesa heima í minst 20 min. eins og vanligt. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

20/1 - 2017

Góðu foreldur

Minnist til at fáa børn tykkara at lesa hvønn dag heima í minst 20 min. Tað eru alt ov mong, ið lesa ov seint, og sostatt hava tað trupult við landsroyndini í føroyskum. Lesingin liggur í 4. flokki fyri tað mesta heima, av tí at vit í skúlanum hava so nógv annað, ið vit skulu gera. Lesiferðin verður bert økt við venjing. 

Næmingarnir hava fingið eina landsroynd við heim í dag. Hyggið endiliga eftir henni saman við barni tykkara og prátið um hana.  

Nýggju vinabólkarnir eru gjørdir og liggja undir 'Ymiskt'. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga 

Toymið

16/1 - 2017

Góðu næmingar og foreldur!

Vit hava nú fingið at vita, at undanlandsroyndirnar vera 31. jan., 1. feb. og 2. feb. Næmingarnir hava fingið eitt kunnandi bræv við heim.

Vinaliga

Toymið

8/1 - 2017

Góðu næmingar og foreldur :D

Vónandi hava tit øll havt eini góð jól og eru komin væl inn í nýggja árið. :)

Vit eru farin til verka og vilja vit heita á tykkum longu nú um at eggja børnum tykkara at lesa hvønn dag í minst 20 min. :)

Nýggir vinabólkar eru á veg. ;) Takk fyri, at tit hava verið so ófør at hildið vinabólkar og á hendan hátt stuðla undir arbeiðinum við trivnaðinum í flokkinum - tykkara partur er ómetaliga týdningarmikil. :) Eisini vilja vit takka fyri, at tit eru so ófør at bjóða heim í føðingardag. :) 

Foreldraráðnum takka vit eisini fyri væl skipaðu veitsluna í november, og tað, ið tit stóðu fyri til jólahaldið. :) 

Vinaliga

Toymið :)

9/12 - 2016

Góðu næmingar og foreldur

Lítli matpakkin: Eins og vit nevndu til foreldrafundin nýta vit ikki longur tímarnar at eta í. Um næmingurin skal eta nakað áðrenn matarsteðgin, má hetta sostatt gerast í fyrsta fríkortinum, og av tí at tey tá skulu út í fríkorter, er umráðandi, at tað, ið tey hava við, ber til at taka í hondina og hava við út. (Ein frukt, eitt breyðstykki ella okkurt sovorið). :)

Norrøna: Mánadagin eru vit so heppin at vera boðin at vitja Norrønu. Tað eru mamma Sóley og pápi Karin, ið hava bjóðað okkum, og vit eru sera spent. Vit fáa okkurt leskiligt at eta, tá ið vit vitja, og skulu tí ikki hava matpakka við mánadagin. :D Vit fara við bussinum kl. 9.46. :)

Jólahaldið: Jólahaldið fyri næmingar, foreldur og systkin verður hósdagin kl. 16.00 - 18.30. Foreldraráðið hevur lagt ein lista á Facebook hesum viðvíkjandi. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

2/12 - 2016

Góðu næmingar og foreldur

Takk fyri at tit møttu so fjølment til tiltakið fríggjadagin. :) Næmingarnir hava, sum tit sóu, verið ómetaliga óførir at tekna, klippa, perla, baka (heima) o.a., og megnaðu við hesum at savna 2705 kr inn í dag. :D Ómetaliga flott. :D Stóra takk fyri. :D

Hóast nógv er at hugsa um og at fara til nú jólini nærkast, er tað okkara vón, at næmingarnir framhaldandi møta væl upplagdir og væl fyrireikaðir, teir fáu skúladagarnar, ið eftir eru av 2016. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið 

Innbjóðing til jólasølukafé tann 02.12.2016

27/11 - 2016

Góðu foreldur

Jólini nærkast og høvdu vit ein sera hugnaligan dag fríggjadagin, har vit gjørdu jólaprýði, prýddu flokshølið og hugdu eftir einum jólafilmi, og nutu avlop frá floksveitsluni. :D

Jólahaldið fyri næmingar og foreldur verður 15. des. Børnini, hvørs foreldur eru í foreldraráðnum, hava fingið bræv heim við hesum viðvíkjandi. Brævið liggur eisini undir hesum boðunum.

Vit eru byrjað at venja teir sangirnar, ið vit skulu syngja til jólahaldið. :) Næmingarnir skulu duga hesar sangir uttanat, tá ið jólahaldið verður. :)

Tiltakið at savna inn til 'Í menniskjum góður tokki', ið vit plaga at skipa fyri, verður fríggjadagin 2. des. kl. 15.00 - 17.00. Um næmingar hava hug at baka smákøkur ella annað heima, ið vit kunnu selja, eru teir vælkomnir til tað. Vit fara at perla, tekna, mála, seyma o.a. her í skúlanum. :) 

 

Vinaliga

Toymið :)

Løgmannabreyt 24. november 2016

Góðu foreldraumboð

Leiðslan í skúlanum við Løgmannabreyt vil við hesum heita á tykkum um at hjálpa okkum við jólahaldinum, sum verður hósdagin 15. desember kl. 16:00 – 18:30.

Vit byrja kl. 16 við framførslum í miðhøllini, og síðani fara flokkarnir í stovuna at hugna sær saman við foreldrum, systkjum og lærarum.

 Ætlanin er, at floksstovurnar standa klárar við øllum góðum, tá ið jólahaldið byrjar. Og her er tað, at tit koma inn í myndina. 

Hetta biðja vit foreldraumboðini skipa fyri saman við hinum foreldrunum í flokkinum: 

Kaffi, te, saft, okkurt til drekkamunnin – køkur, smákøkur, piparnøtir, karamellir, mandarinur ..... tað, ið tit halda vera best.

Tit gera bara til tykkara egna flokk og taka møguligar restir við heimaftur. Umráðandi er bara at hava sovorðið, sum ikki krevur ein tallerk, tí vit ætla bara at hava serviettar. Men um so er, at tit ætla at hava rísalamande, so er tað í lagi við tallerkum.  

Vónandi fáa tit onnur foreldur at hjálpa til í flokkinum.

Hetta útvegar/keypir skúlin:

Dúkar, koppar, gløs, teskeiðir, sukurmolar, mjólk at koyra útí, serviettar, ljós o.a.

Sigið flokslærarunum frá, um tit skulu brúka tallerkar til rísalamande.

Neyðugt er at gera kaffi og te og fylla á termokannir heimanífrá, tí skúlin eigur ikki  termokannur til øll. Sami trupulleiki er við saftini. Men um tit hava saftfløskur og kannur við, kunnu tit fáa vatnið her... 

Tað hevði eisini verið gott, um tit hjálptu okkum at rudda upp, tá alt er liðugt. 

Fólk er í skúlanum allan dagin, so tit kunnu koma við øllum, áðrenn sjálvt jólahaldið byrjar.

Um tit hava spurningar, kunnu tit venda tykkum til flokslærararnar.

Túsund takk fyri hjálpina. Uttan tykkum – einki jólahald! 

 

Blíðastu jólaheilsanir

Skúlin við Løgmannabreyt

 

18/11-2016

Góðu foreldur

Takk fyri uppmøtingina til fundin, ið SSP skipaði fyri týsdagin, við tí fyri eyga at brynja tykkum foreldur at hjálpa børnum tykkara, tá ið tey ferðast á sosialu miðlunum. :)

Tað, ið tit mettu at vera tað týdningarmesta í mun til hetta var:

Bólkur 1: At loyva børninum at vera børn og verja tey ímóti digitala rákinum. At vegleiða børnini í mun til alnótina. Hava lukkaðan profil, ikki leggja myndir út uttan loyvi, at bert siga ja til 'vinaumbønir', tá ið tey kenna viðkomandi, osfr. 

Bólkur 2: At fylgja við, hvat børnini gera á netinum, spyrja inn til, osfr. Hava kotuna.

Bólkur 3: At læra børnini týdningin av at vísa virðing fyri persóninum hinumegin skermin og at duga/tora at siga nei og kenna síni egnu mørk.

Bólkur 4 og 5: At vera tann vaksni, seta mørk. Børnini skulu ikki fáa loyvi 'at vera á' allatíðina. 

 Fríggjadagin er klippidagur. Vit prýða flokshølið til jóla. Minnist til at geva børnunum saks og límstift við. :)

Vit skulu syngja sangin: I'll be home for Christmas við Meghan Trainor til jólahaldið. Leinkjan er: https://www.youtube.com/watch?v=KNtNy_s1-t4

Latið endiliga børnini lurta eftir honum - við lyrics, so tey kunnu læra hann ordiliga væl. :D

Gott vikuskifti og góða floksveitslu♪♫

Vinaliga 

Toymið

 

11/11 - 2016

Góðu foreldur!

Takk fyri góðu foreldraviðtalurnar í vikuni. :)

Felags foreldrafundur verður í 4. flokki týskvøldið 15. nov.. Næmingarnir fingu bræv heim við týsdagin, um hendan fundin, ið SSP skipar fyri. Sí brævið niðanfyri.

Elin Nielsen, lesivegleiðari, ger aftur lesiroyndir við næmingunum. 30 næmingar vóru til roynd hósdagin og hini skulu hósdagin 17. nov.

Tey, ið enn ikki hava verið hjá tannlæknanum, sleppa framat fríggjadagin 18.nov., og skulu hava tannbust við. 

Vit vilja minna á floksveitsluna fríggjadagin, ið vit eru sera glaðar fyri, at foreldraumboðini skipa fyri. Tað er tó óivað óneyðugt at minna á. ;) - Børnini eru sera spent. :D

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

4. nov. 2016   

Góðu næmingar og foreldur

Minnist til viðtalurnar, ið verða mán., týs., mik. og hósdagin. :) Sí yvirlit niðanfyri. Viðtalurnar hjá gula og grøna bólki eru í fundarhølinum. (Hølið millum wc'ini.) Viðtalurnar hjá reyða og bláa bólki eru í serstovuni. (Hølið, ið er við síðuna av hjá heilsusystrini).

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

 

Foreldraviðtalur gulur bólkur og grønur bólkur.

Foreldraviðtalur í reyða bólki og bláa bólki

28. okt. 2016

Góðu næmingar og foreldur

Vit hava nú notið eina øðrvísi viku, har vit hava sæð sjónleik (Ása hevur spælt ein kona 'fyrr í tíðini' hvønn morgun :) ), vitja Havnar kirkju, róð, hugt eftir standmyndum og mangt annað. Vit hava verið úti allar dagarnar uttan fríggjadagin og tað hevur verið deiligt. Tað var stuttligt at síggja, hvussu næmingarnir eisini lærdu meiri um, hvussu góð, vatntøtt klæðir eru ein fyrimunur, tá ið vit nú búgva í Føroyum. :D Túrurin at keypa ís, var óivað tann, ið næmingarnir vóru glaðast fyri. ;)

Viðtalurnar byrja í næstu viku, sí yvirlit niðanfyri.

SSP fundurin, ið varð settur at vera 8. nov. (tá val er) verður fluttur til 15. nov. :)

Vinaliga

Toymið

21. okt. 2016

Góðu næmingar og foreldur

Evnisvikan byrjar nú :) Vit arbeiddu fyrra árið við Hoyvíkini og fara í ár at læra eitt sindur meiri um Havnini. Evnið er: Havnin millum vágirnar :D

Vit hava valt at nýta mestu tíðina uttandura, har vit síggja, merkja og uppliva støðini, meðan greitt verður frá ymsum áhugaverdum søgum. Í vikuætlanini síggja tit, hvat gjørt verður hvønn dag. Vinaliga sendið okkum boð, um næmingurin fær loyvi at fara úr bussinum, áðrenn vit koma niðan á skúlan. 

Vit møta hvønn dag kl. 8.00 og fáa frí umleið kl. 12.30. Tó kl. 11.20 fríggjadagin.

Tað er sera umráðandi, at næmingarnir hvønn dag eru ílatnir eftir veðrinum.

At vera í: Góð klæðir at røra seg í + jakka, stivlar og húgvu.

Í lítlum ryggsekki: Góður, stórur matpakki, drekkidunkur, troyggju, vøttur og regnklæðir.

Kunning um skúlastýrisvalið: http://www.svl.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=162

Gott vikuskifti :D

Vinaliga

Toymið

 

Skúlastýrisvalið 2016

Kunning um skúlastýrisvalið:
http://www.svl.fo/?p=newsarticle&NewsarticleId=162

Vinarliga

Toymið

15.10.2016

Góðu næmingar og foreldur 

Hjartaliga vælafturkomin eftir eina vónandi sera góða frítíð. :)

Vit vilja beinanvegin leggja dent á okkara ynski um vælupplagdar og vælfyrireikaðar næmingar. Tá fáa vit so ómetaliga nógv meiri burtur úr. :D

Evnisvika verður í viku 43. Hetta frætta tit meiri um. 

Foreldraviðtalurnar byrja í viku 44. Hetta frætta tit eisini meiri um.

Vinaliga

Toymið

30/9-16

Góðu næmingar og foreldur

Nú er longu fríggjadagur aftur og næmingarnir hava fingið væl burturúr hesa vikuna. Tað besta er, at vit endiliga hava fingið loynital til skápini í gongini, og tískil kunnu leggja skógvar og jakkar frá okkum, áðrenn vit koma inn í flokshøli. Hóast rennidagurin bleiv útsettur, so hava summir næmingar fingið nógva motión. Tey hava runnið heim eftir m.a. lesibók, arbeiðsbók, roknibók, matpakka og ítróttarklæðum:-)

Gott í tykkum foreldur, um tit hjálpa tykkara barnið at hyggja bæði í tímatalvuna og vikuætlanina til næsta dag, so næmingarnir koma fyrireikaðir í skúla. Tá eru tey glaðast, megna betri at arbeiða og hava tískil færri skúlating;-)

Um so er at tilfar s.s. bók, mappa ella annað verður burtur, hjálpa vit sjálvandi við at leita í taskum, skápum og skuffum, men um tað ikki kemur aftur ella er oyðilagt, so mugu tit keypa nýtt til tykkara barn. Hvør sær hava vit ábyrgd av bókum og tilfari, bæði teimum vit læna frá skúlanum, arbeiðsbókunum sum vit fáa og mappum/skriviheftum sum eru keypt fyri upphæddina tit góvu við skúlaársbyrjan. 

Rennidagurin verður ein dag í komandi viku, tit frætta nærri í vikuætlanini. Hetta er samstundist seinasta vikan áðrenn heystfrítíðina og vit gleða okkum til felags morgunmat hósdagin. Listin yvir hvør skal hava hvat við liggur undir "ymiskt". 

Gott vikuskifti.

Vinaliga

Toymið

23/9-16

Góðu næmingar og foreldur

Vit hava havt eina sera góða viku. :D Næmingarnir hava arbeitt væl, hava duga væl at verið friðaligir og hava eisini duga væl at loyst tvístøður. :)

Í matarsteðginum týsdagin skuldu næmingarnir taka eitt navn á einum floksfelaga úr einum kassa. Tey skuldu síðani fylgjast við hesum floksfelaganum hetta fríkorterið. Tað er sostatt heilt tilvildarligt, hvørjum ein kemur at fylgjast við. :D Tað var so fitt at síggja tey nærkast hvør øðrum (drongur og drongur, genta og genta ella genta og drongur) og síggja tey hugna sær við ymiskum saman. Tey telvaðu, teknaðu, spældu borðtennis og mangt annað. :D Vit hava valt at gera hetta til ein fastan tátt týsdagar.

Á útiskúlanum gekk ómetaliga væl. :D Sí myndir og nærri lýsing undir 'Myndir'. :)

Um viðrar er ætlanin, at rennidagurin verður fríggjadagin 30. sept. :D Tá ið liðugt er at renna, verða kilometrarnir hjá næmingunum í hvørjum flokki lagdir saman og vit ætla at vinna. ;) 

Sigrid verður á skeið í komandi viku. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

Útiskúli                                                                                       

Fríggjadagin 23/9 fara vit gongutúr fram við Rættará. :) Birna, Guðrun og Jón Kragesten vera við.

Aftaná morgunsang fara vit við bussi út í Marknagil og síðani ganga vit fram við ánni, til hon kemur út á sjógv.

At vera í: Góð klæðir at røra seg í + jakka, stivlar og húgvu.

Í lítlum ryggsekki: Góður, stórur matpakki, drekkidunkur, troyggju, vøttur og regnklæðir.

- Hvør næmingur tekur eitt træsprek við at leggja á eitt lítið bál. Tað skal kunna vera í ryggsekkinum.

Ongar fartelefonir við í skúla, tá ið vit hava útiskúla.

Vinaliga

Toymið

16. sept.

Góðu foreldur og næmingar

Felagsforeldrafundur fyri øll foreldur í skúlanum verður mikukvøldið 21. sept. kl. 19.00 - 20.30. Vónandi fáa øll verið við til hendan fundin. Lesið meiri á forsíðuni. :)

Vit vilja minna aftur á at gjalda inn á flokskontuna. - Sí boðini niðanfyri, um tit hava tørv á kontunummarið. :)

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

9. sept. 2016

Góðu foreldur

Flokskontan: Avtalan er, at foreldur flyta 100 kr. um árið fyri hvørt barnið. Upphæddin er nú 6300 kr. Pengarnir fara til tiltøk hjá flokkinum, sum foreldraráðið og flokstoymið avgera.

Gjaldið fyri skúlaárið 2016/2017 skal flytast á kontunummar 6460-1707592.

Gott hevði verið, um tit høvdu kunnað goldið áðrenn septembur er farin aftur um.

Viðmerk navn og eftirnavn á barninum, tá goldið verður.

Spælibólkar: Tað er deiligt at síggja næmingarnar fara glaðar og spentar í vinabólk aftur. :) Tað eru bert tveir bólkar, ið ikki eru farnir í gongd enn. Deiligt hevði verið, um hesir komu í gongd sum skjótast. Tað ber væl til at verða lopin um, um ikki liggur fyri at hava bólkin, men minnist til at geva boðini til tann næsta í røðini, um so er. :D

Undanlandsroyndir: Vit hava nú fingið at vita, at undanlandsroyndirnar vera 24. - 26. jan. og 14. - 16. mars. Hetta hoyra tit sjálvsagt meiri um seinni. ;) 

Gott vikuskfti :)

Vinaliga 

Toymið

Góðu foreldur,

                              
Takk fyri ein sera góðan foreldrafund. :) Til teirra, ið ikki høvdu møguleika at vera har, liggur ein fundarfrásøgn undir 'fundir'.  

Viðtalurnar verða eftir heystfrítíðina, so møguleiki er hjá nýggju lærarunum at læra børn tykkara betur at kenna. 

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið 

2. sept. 2016

Góðu næmingar og foreldur

Vit eru nú komin ordiliga í gongd, og er tað stuttligt at síggja, hvussu ágrýtin børn tykkara eru at arbeiða - serliga tá ið tey vita, at tey fáa tað fyri heima, ið tey ikki náa. ;)

Tað er sera umráðandi, at næmingarnir altíð hava pennahúsið og tær bøkurnar, heftini og mappurnar við, ið hoyra til ymisku lærugreinirnar. Frílesingarbøkurnar skulu altíð vera í taskuni.

Næmingarnir skulu lesa í føroysku frílesingarbókini hvønn dag heima í umleið 15-20 min. Um næmingurin hevur sera nógv heimaarbeiði ein dag, er tað í lagi at leypa ein dag um. Næmingar, ið hava tað trupult við lesingini mugu tó lesa hvønn dag, og má tá verða skorið niður uppá annað heimaarbeiði. 

Foreldrafundurin verður hóskvøldið 1. sept. kl. 19 - 21, og vóna vit at síggja tykkum øll. :) Skráin liggur undir 'Fundir'.

Gott vikuskifti :)

Vinaliga

Toymið

Felags foreldrafundur 

Hóskvøldið 1. sep. 2016 verður fyrsti foreldrafundur. Skráin kemur seinni.

23. aug. 2016

Matarskipanin byrjar aftur

Matarskipanin byrjar aftur hesa vikuna.

Skipanin virkar soleiðis, at maturin verður bílagdur og goldin á heimasíðuni hjá PM pluss og útflýggjaður í matarsteðginum kl. 11.20.

Til ber at bíleggja mat til mánadag, mikudag og fríggjadag. Minnist til at bíleggja innan kl. 12 dagin fyri.

Fyrstu ferð bílagt verður, skal næmingurin skrásetast. Vegleiðing og bílegging er á leinkjuni MATARSKIPAN í høgra bredda á heimasíðu skúlans www.svl.fo

Tað er umráðandi, at allir næmingar skráseta seg av nýggjum og flyta ein flokk upp frá seinasta skúlaári.

Best er, um bílagt verður fyri eitt tíðarskeið í senn, men tað er tó eingin treyt.

23. aug. 2016

Fyrst vikan í 4. flokki☺

 Fyrsta vikan hevur gingið væl, og flest øll eru glað fyri at byrja aftur. Vit ganga nú í Miðdeild og floksstovan, Dalastova, er í Lon 2☺ Øll hava fingið tímatalvuna, bæði sum pappírsútgávu og hon liggur eisini á heimasíðuni. Í ár eru 29 tímar á tímatalvuni. Nýggjar lærugreinar eru N/T (náttúra og tøkni), søga/samtið og enskt.

Lærubøkurnar fáa vit, so hvørt vit hava tær ávísu lærugreinarnar. Vit heita á tykkum foreldur, at hjálpa teimum til at binda bøkurnar inn. Tí tær halda væl betri, tá tær eru innbundnar.

Teir næmingar, sum dáma væl at tekna í fríløtunum, kunnu hava ein tekniblokk í skuffuni ella taskuni.

Vit fáa eisini nýggj garderobuskáp. Tey fáa vit so við og við næstu vikurnar. Summi okkara skulu uttan iva læra okkum av nýggjum at nýta koturnar fyri at sleppa inn í skápini.

Hvør næmingur hevur fingið nýggjasta STROK blaðið við tilmeldingarseðli, um tit ætla at tekna hald hetta skúlaárið. Vit mæla øllum til at tekna hald.

Vit gleða okkum til eitt gott og mennandi skúlaár.

 Toymið í 4 fl.

Birna, Ása, Guðrun og Sigrid

19. aug. 2016

Telefonpolitikkurin í SVL

Felagsforeldra fundur 7. okt. 2015

Ársfundur 29. apríl 2015

Boð frá foreldrabólkinum

Nú er flokskontan stovnað.
Avtalan er, at øll flyta 100,- um árið fyri hvørt barnið. Pengarnir fara í fyrstu syftu, til at keypa útileikur, sum okkara børn kunnu spæla við og eiga sjálvi, tá veðrið blívur betri. Annars til ymisk smáting, sum kemur "hen ad vejen". Annika og Birgir hava fulltrú til kontuna. Fyrst gjaldið á 100,- er fyri skúlaárið 2014/2015. Gott hevði verið, um øll høvdu kunna goldið innan 1. apríl.
Kontonummarið er 6460-1707592. Viðmerk navn og eftirnavn á barni, tá goldið verður.

Á Grækarismessu 2015