Vikuætlan
Office 365
Orðabøkur
Matarskipan
Samband
Karlamagnusarbreyt 47
Postboks 3174
110 Tórshavn
30 24 50
Myndir

Setursskúli í Haraldssundi

Í døgunum 2. - 4. juni 2015 vóru vit á setursskúla í Haraldssundi á Kunoynni. Vit búðu í Bygdarhúsinum, har umstøðurnar vóru framúr góðar.

Fyrsta dagin vóru vit á staðnum og hugnaðu okkum. Næmingarnir fingu tíðina at ganga við at fiska, fanga krabbar í fjørðuni, spæla borðspøl, sparka o.a. Um kvøldið var skipað fyri einum gongutúri til Klaksvíkar.

Næsta dagin fóru vit við Sam til Kalsoynaa, har vit vitjaðu bygdirnar Mikladal, Trøllanes og Syðradal.
Í Mikladali hittu vit kópakonuna, sum heilsaði okkum so fríð. Eisini Spældu vit blikka.

Á Trøllanesi sluppu vit at keypa í hugnaligu kioskini. Eisini sluppu vit at vitja eitt fjós, har trý heimalomb og nakrir dunnuungar búðu. Summi børn valdu at fara ein gongutúr.
Tá vit komu til Syðradals, vóru framvegis tveir tímar, inn til ferjan kom, so vit høvdu góða tíð til at hyggja runt. Summi børn spældu spæl, meðan onnur fóru oman í fjørðuna at fanga krabbar. Ari var so heppin at finna ein høgguslokk.

Afturkomin til Klaksvíkar fóru vit at svimja í teirra forkunnuga svimjihøll.

Bussurin heintaði okkum við svimjihøllina og koyrdi okkum aftur til Haraldssunds, har vit ótu Burritos og seinni drekkamunn, meðan vit hátíðarhildu, at Katrin nú eisini var vorðin tannáringur ;)

Seinasta dagin varð ruddað av og gjørt klárt til fráferð. Síðani fóru vit til Kunoyar bygd, har vit vit fóru beinleiðis í viðarlundina. Mong børn megnaðu at klintra upp á eyðkenda steinin. Eisini klintraðu summi í trøum. Síðani gekk leiðin om í bygdina, har vit líka náddu at taka myndir uttan fyri bygdarskúlan ( sum má sigast at vera ein kontrast til okkara skúla), áðrenn leiðin gekk aftur til heimstaðin. Alt í alt má sigast, at vit høvdu ein serstakliga góðan túr!