Vikuætlan

Vit mæla øllum foreldrum til at hjálpa og vegleiða sínum barni við heimaarbeiði. 

Vika 07 - 2019

  • Mánadagur
    11. februar
    Minnist til at lesa boðklivan hvørja viku :)
    Føroyskt
    Heima: Øll læra seg 20. - 23. ørindi av Sigmundskvæðinum + lesa s. 41 - 44 í Kom og skriva 3. Tey, ið ikki høvdu LESIKORTIÐ við fríggjadagin, lata tað inn nú!
    Í skúlanum: Vit lesa Dóttir Skammarans, venja kvæði, gera uppg. á s. 45 í Kom og skriva 3 og lesa víðari um Vísindasøgu. Vit gera eitt hugarok til okkara egnu vísindasøgu.
    Danskt
    Heima: Fyrireika diktat á s. 60 í Ny dansk arbeiðsbókini + gera s. 28 lidna í Stav. Minnist til bøkurnar og danskt heftið.
    Í skúlanum: Skriva diktat, arbeiða í Ny dansk, gjøgnumganga Stav og lesa frílestur.
    Søga
    Tjøldur sum mangla at lata inn søguna til kap. 6, gera tað í dag.
  • Týsdagur
    12. februar
    N/T
    Lesið s. 74 - 77 um Súgdjór.
    Støddfrøði
    Heima: rokna stk. 512 - 519.

    Í skúlanum: stk. 538 -
    Enskt (Lundar 1.-2.t)
    Heima: Uppg. 1 ella 2 skal verða liðug, klár at 'leggja fram'. + lesa s. 47 tvær ferðir. Nøkur mangla enn at lata yrkingina inn! Hon skal vera skrivað á eitt hvítt A4 pappír, og ein dreki skal verða teknaður.
    Í skúlanum: Práta tvey og tvey, 'framløgur', vit syngja Ghostbusters, byrja uppá nýtt evni og spæla ensk spøl.
    Enskt (Tjøldur 5.-6.t)
    Heima: Lesa s. 47 tvær ferðir. Nøkur mangla enn at lata yrkingina inn! Hon skal vera skrivað á eitt hvítt A4 pappír, og ein dreki skal verða teknaður.
    Í skúlanum: Práta tvey og tvey, vit syngja Ghostbusters, byrja uppá nýtt evni og spæla ensk spøl.
  • Mikudagur
    13. februar
    N/T
    Lesið s. 78 - 83.
    Danskt
    Heima: Gera s. 36 - 37 lidnar í Ny dansk arbeiðsbókini.
    Í skúlanum: Fáa diktatirnar aftur, rætta tær, lesa frílestur, arbeiða í Stav og hava floksfund.
    Tit eru vælkomin at hava egna teldu við til føroyskt. Hetta er tó uppá egna ábyrgd.
    Føroyskt
    Heima: Øll skulu hava gjørt eitt hugarok og eina ætlan, so tit eru klár at byrja at skriva eina vísindasøgu. + Øll skulu læra seg 24. - 25. ørindi av Sigmundskvæðinum.
    Í skúlanum: Vit skriva eina vísindasøgu á teldu. Minnist til at hava kotuna til Office 365 við, so tit fáa skrivað víðari inni á sama dokumenti, tá ið tit koma heim.
    Enskt (Lundar)
    Heima: Lesa s. 51 tríggjar ferðir + umseta.
    Í skúlanum: Práta tvey og tvey, upplestur tvey og tvey, arbeiða í Task Book og spæla ensk spøl.
  • Hósdagur
    14. februar
    Støddfrøði
    Heima: 538 - 546
    Í skúlanum: Støðuroynd um vídd á sirklum, tríkantum, rombum og trapets
    Søga (Lundar)
    Í skúlanum: Lesa/hoyra kap. 6 og svara spurningum.
    Enskt (Tjøldur)
    Heima: Lesa s. 51 tríggjar ferðir + umseta.
    Í skúlanum: Práta tvey og tvey, upplestur tvey og tvey, arbeiða í Task Book og spæla ensk spøl.
  • Fríggjadagur
    15. februar
    Føroyskt
    Heima: Øll skulu læra seg 26. - 27. ørindi av Sigmundskvæðinum + Minnist til at lesa hvønn dag og skriva í lesikortið. LESIKORTIÐ skal latast inn!
    Í skúlanum: Vit arbeiða víðari við vísindasøguni. TIL BER AT HAVA EGNA TELDU VIÐ (Hetta er tó uppá egna ábyrgd.) Um onkur verður liðugur, lesa tey frílestur.
    Ítróttur
    Bólkur 2 svimur - minnist eisini til svimjibrillur.
    Bólkur 1 og 3 hava ítrótt í fimleikahøllini. Minnist til ítróttarklæðir og handklæði.
    Støddfrøði
    Heima: lesa s. 74 og 75